Tað eru nógvar ymiskar týpur av menniskjum. Eitt nú eru summi introvert og summi ekstrovert.
Sjálv eri eg ein introvert týpa, sum oftast trívist best við at lurta eftir meiningum hjá øðrum og ikki altíð at koma fram við mínum egnu meiningum. Sjálvt um eg kanska mangan havi okkurt, eg vildi sagt í størri samkomum, so er tað okkurt, ið steðgar mær. Er tað mannaótti? Hvat hugsa onnur um mína meining? Mín meining vigar kanska ikki líka nógv, sum meiningin hjá øðrum?
Eg kann eitt nú gerast ótrygg, um eg verði biðin um at tosa, tala o.s.fr. Men tað er júst, tá eg eri ótrygg, at eg kann fara til Gud og finna frið hjá Honum. Gud veit, hvat vit megna, og Hann koyrir okkum aldri út í nakað, vit ikki megna.
Tað er óivað altíð okkurt, mann vildi ynskt, at mann kundi broytt við sær sjálvum. Tað er í øllum førum lætt at hugsa: hví kann eg ikki vera betri til at...? ella hví kann hatta ikki vera líka lætt hjá mær, sum hjá onkrum øðrum? Gud hevur skapt okkum øll ymisk, og tað er tað heilt sikkurt ein orsøk til. Eg trúgvi, at Hann hevur skapt okkum júst soleiðis, sum Hann ynskir, at vit skulu vera.
Tú røkkir fleiri menniskju, sum eg ikki røkki og umvent. Vit eru øll skapt til at vinna menniskju fyri Hann, men vit skulu ikki øll gera tað á sama hátt. Eg føli kanska ikki, at mítt kall er at tosa í stórum skarum, men eg kann altíð tæna Gudi á ein ella annan hátt, í mínum føri kanska í tí stilla. Tað krevur eitt nú ikki nógv av mær at geva øðrum uppmuntrandi orð og at vera smílandi. Og mítt ynski er at vera ein vitnisburður fyri Gud, soleiðis at onnur síggja, at eg havi nakað øðrvísi, sum teimum tørvar.
Vit menniskju hava lætt við at samanbera okkum við onnur menniskju, og hvussu tey verða brúkt av Gudi; heldur enn at hyggja inn í okkum sjálv og lata Gud brúka okkum soleiðis, sum Hann ynskir. Hann hevði eina ætlan við okkum longu í móðurlívi, og tað er Hann, ið hevur myndað okkum. Vit mugu aldri gloyma, at vit eru dýrabar í Hansara eygum, og tað er tað týdningarmesta.
Tí vit eru smíð hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum. Efes. 2,10
Eg havi havt ein góðan uppvøkstur og havi fingið lagt alt tað besta niður í meg frá barnsbeini av; og tað dýrabarasta av øllum - ta kristnu trúnna. Tað er fantastiskt at hoyra Gudi til. At kunna leggja hjúnarbandið, børnini, familjuna, heimið o.a. í Hansara hendur og at vita, at Hann altíð er við okkum og gevur okkum styrki til at koma í gjøgnum allar avbjóðingar, vit koma út fyri í lívinum.
Eitt annað, eg havi lært, er týdningurin av altíð at játta positivt inn yvir okkara egna lív. Óansæð hvussu vit hava tað, at vit tosa lív og ikki deyða inn yvir okkara lív. Tað, at vit játta positivt, kann mynda okkum, og tað kann eisini broyta torførar støður til tað betra. Tungan hevur stórt vald, tað ræður um at brúka hana rætt.
Deyða og lív hevur tungan í valdi sínum, og tann, ið fegin nýtir hana, skal eta ávøkst hennara. Orðt. 18,21
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk. So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. Fil 4,6-7
Tað hóskar seg væl at enda við hesum versi, sum hevur verið mítt yndisvers, so langt eg minnist. Hetta er eitt vers, eg havi siterað nógv og ofta yvir ymiskar støður í mínum lívi. Eitt nú hevur mær aldri dámt serliga væl at flúgva, so hvørjaferð eg skuldi á flog fyrr, skrivaði eg mær versið á hondina. Tá eg bleiv ótrygg, hugdi eg niður á hondina og siteraði versið fyri mær sjálvari. Tað gav mær ein veruligan frið. Og tað er júst tað, Gud gevur okkum - ein sannan frið, sum eingin annar kann geva.
Skrivað hevur Mirjam Debora Justesen