Hann hevur opinberað tær, menniskja, hvat gott er! Hvat annað krevur HARRIN av tær, enn at tú skalt gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi tínum! Mika 6, 8
Hetta skriftstaðið í Mika tekur rættuliga væl samanum, hvat kristna lívið í grundini snýr seg um. Vit hava fingið eina opinbering av, hvat tað er, sum er gott í Guds eygum. Boðini eru so, at vit skulu gera rætt, fegin vísa kærleika og liva eyðmjúkt við Gudi okkara. Hetta ljóðar so einfalt, men tað er allarhelst fyri tey flestu av okkum ein stór avbjóðing. Hesi trý tingini hanga tætt saman, og eg vildi mett, at um vit taka tey í umvendari raðfylgju, er møguleikin fyri, at tað eydnast, best. Finna vit út av at liva eyðmjúkt við Gudi, vaksa vit í kærleika og vilja vísa hann í verki, sum so aftur kann hava við sær, at vit eftir førimuni gera tað, sum er rætt. Hvat er tað so, sum er rætt?
Jesus sjálvur er besta boðið uppá, hvat vit eiga at gera í okkara umgangi við onnur fólk. Hann gekk um og gjørdi væl og vísti Guds kærleika í verki. Í Matteus 5, 14-16 sigur Hann: Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki. Tey tendra heldur ikki ljós og seta tað undir skeppumálið – nei, í ljósastakan; so lýsir tað øllum í húsinum. Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!
Sum trúgvandi er tað tí av avgerandi týdningi, at vit hava positiva ávirkan á umhvørvið hjá okkum, og at vit vísa Guds kærleika til næstan. Vit hava fingið eitt lív, sum hevur innihald og sum eigur at fylla okkum við gleði. Gud hevur víst okkum tann størsta kærleikan, og vit eiga sum Hansara lærusveinar at søkja Hann og koma at líkjast Honum meir. Vit eiga at kappast um at vísa hvørjum øðrum virðing.
Skulu vit gera tað, sum Gud heldur er rætt, krevur tað, at vit eru í dagligum sambandi við Hann og biða Hann um styrki og vísdóm í lívi okkara saman við Honum. Verða vit verandi í Honum í eyðmjúkleika, elska vit hvørt annað og gera tað, sum er rætt í eygum Hansara.
Skrivað hevur Erland Tvørfoss