Lít á Harran
Sonja I. Jacobsen, 17.03.2020

Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar. Ver ikki vísur í egnum eygum, óttast HARRAN og vík frá illum! Tað skal vera likami tínum grøðing og geva nýggja megi í bein tíni. Orð. 3: 5-8

 

Eg haldi eisini, at norska týðingin sigur tað so væl: 

Stol på Herren av hele ditt hjerte, og sett ikke lit til ditt forstand. Tenk på Ham hvor enn du ferdes, så gjør Han dine stier jevne. Vær ikke klok i egne øyne, frykt Herren og hold deg fra det onde, det blir til helsebot for din kropp og gir deg kraft i marg og ben. 

 

Hetta eru sterk lyftir, sum vit kunnu grunda yvir, so tað kemur úr høvdinum og niður í hjartað. Hebrearabrævið 4:2 sigur: orðið, ið tey hoyrdu, hjálpti teimum ikki; tí tey, sum hoyrdu tað, tóku tað ikki til sín við trúgv. 

Og á norskum stendur: Men ordet disse hørte, ble til ingen nytte, fordi de ikke ble ett i troen sammen med dem som hørte det.

So okkara uppgáva er at endurnýggja sinnið, so vit trúgva Guds Orði framum at líta á kenslur og umstøður, sum Satan brúkar fyri at stjala okkara trúgv.

 

Í Amos 3:3 lesa vit: Munnu tveir fylgjast, uttan teir hava gjørt tað av hvør við annan! Vit mugu gerast samd við Orð Guds!

 

Hvar enn tú ert í lívinum, og hvat stríð tú enn mást stríða, minst so til, at Gud vil hjálpa tær. Liv eitt lív í fyrigeving, so beiskleiki og synd ikki er ein forðan í tínum lívi við Jesusi – halt eyguni fest á Hann! So vil Hann umbroyta teg innanífrá. 

2. Kor. 3:18:

Men øll vit, sum við ongum fyri andlitinum avspegla dýrd Harrans, verða umbroytt til somu mynd, frá dýrd til dýrd; sum frá Harranum, ið er Andin.

 

Á norskum:

Og vi, som uten slør for ansiktet ser Herrens herlighet som i et speil, vi blir alle forvandlet til dette bildet, fra herlighet til herlighet, og dette skjer ved Herrens Ånd.

 

Má Harrin signa teg og geva tær styrki. Hann er sannleikin og lívið.

 

Skrivað hevur Øydis Olsen

Sí fleiri greinar