Hetta hevur verið ein heldur øðrvísi vika, nú alt um Corona fyllir so nógv.
Tilmælini frá landsins myndugleikum hava m.a. verið, at vit ikki eru í ov stórum mannamúgvum, og at vit reika sum minst.
Hetta hevur fingið okkum í Kelduni at skipa okkum øðrvísi í eina tíð - møtini eru flutt á netið. Lukkutíð hava vit nógv dugnalig fólk, ið duga væl at nýta tøknina, og hetta er komið serliga væl við nú.
Leygardagurin var stóri upptøkudagurin. Tá vórðu øll trý møtini upptikin, og okkara lítla toymi við dugnaligum fólki innan video, grafikk og tøkni arbeiddi víðari við hesum, fyri at gera tað klárt at senda út í luftina.
Myndir síggjast HER
Awake við Bjørgfinni Heinesen finst HER
Sunnudagsmøti við Paula Høj finst HER
Barnamøtið finst HER