Navn:
Martin Ove Hentze
Aldur:
40
Hjúnafelagi:
Emma Maria Hentze
Hvar búgva tit?
Á Nesi
Hvar ert tú uppvaksin?
Á Eiði
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár?
Sera góð, havi nógv góð minnir bæði av Eiði, Norðagøtu og heima á Sandi hjá ommum og abbum
Hvat gert tú til dagligt?
Arbeiði sum elektrikari hjá El-Trygd og Faroe Offshore
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Mær dámar væl arbeiði sum elektrikari, og tað gevur nógvar møguleikar í dagsins samfelagi
Hvat gert tú í frítíðini?
Arbeiði :) Nei tvætl, eri saman við familju og vinum. Annars dámar mær væl at ganga túrar, lesa bøkur og lurta eftir talum/lovsangi
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Arbeiðissamur, glaður og eri ikki bangin fyri at taka fatt
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eg kom í Kelduni sum 13 ára gamal, óansæð hvar eg havi verið í lívinum, so hevur mær altíð longst aftur
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Eg føli meg heima; ein virkin samkoma
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri við í møtivertatænastuni og hjálpi til við nógvum ymsum praktiskum arbeiði
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuni?
At síggja nýggj andlit, at menniskju koma at kenna Jesus. At Guðs orð røkkur út til øll
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Hetta er ein sera trupul spurningur. Eg havi hug at siga, har sum Guð vil hava meg
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Vit eiga alla vón í Jesusi...
“Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.” Es. 53:5
“So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.” Róm. 8:1