Kunning - koronavirus
Sonja I. Jacobsen, 12.03.2020

Kunning viðvíkjandi Koronavirus/covid19 og møtum í Kelduni

 

Í samband við tilmælini frá landsmyndugleikunum og nýggju átøkunum í sambandi við avmarking av covid19-smittu í Føroyum, kemur Keldan frá dags dato at avlýsa øll møtir í Kelduni, til onnur boð koma frá landsmyndugleikunum. Tó koma vit at hava Awake og sunnudagsmøti ígjøgnum youtubekanalina hjá Kelduni - Keldan Netvarp - leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnudagin kl. 12.00.

 

Vit heita á øll um at fylgja leiðbeiningunum hjá heilsumyndugleikunum viðvíkjandi smittuavmarking og taka góð atlit til hvønn annan. Latið okkum øll vera biðjandi fyri okkara landi og fólki, og har sóttin herjar.

 

Um tú hevur spurningar um eitt ella annað, kanst tú venda tær til samkomuleiðsluna ella Paula Høj, tlf. 232511. 

Sí fleiri greinar