Vikan, ið fór: 10
Sonja I. Jacobsen, 07.03.2020

Hendan vikan hevur verið ein arbeiðsvika burturav. Tað hevur verið rokaligt, og nógv er komið burturúr. Í høvuðsheitum hava Bjørgfinnur og Signar staðið fyri arbeiðinum at gera ábøtur í stóra sali, gongini og í Lonini. Arbeitt hevur verið hvønn dag og hvørt kvøld í vikuni, og í vikuskiftinum vóru serliga nógvar hendur til at mála, skrúva, vaska, pussa og mangt annað. Vit gleðast um samanhaldið og alt, ið komið er burturúr.

 

Til Awake leygarkvøldið, tosaðu Kristina og Oda um lovsang. Leinkja finst HER

 

Sunnumorgunin talaði Rói Norðoy um at hoyra Guds rødd og um dýpi hjartans. Leinkja til møtið finst HER

 

Myndir frá vikuni síggjast HER

Sí fleiri greinar