Karakterur
Sonja I. Jacobsen, 03.03.2020

Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin! Sálm 139, 23-24

Dávid visti, at lyndið er svikaligt - og at vit áhaldandi hava tørv á at rannsaka okkara hjarta og halda okkara hug fokuseraðan á at gera tað góða - og ganga Guðs veg. Tankar og hugsanir okkara hava ofta lyndi at fara sín egna veg og mugu áhaldandi haldast í teymi, at halda seg á rætta vegnum.

Ein rættur karakterur og hugburður er eyðkendur av, at ein sterkur vilji er til at halda okkum á rættari leið. Tá vit hava lyndi at fara av leið, verða vit beind inn aftur, soleiðis sum Dávid biður um. Vit vita jú, at Dávid ikki í øllum viðurskiftum var av Guðs bestu børnum, men tað, sum eyðkendi hann, var hóast alt, at hann reisti seg aftur, hann fall, men reisti seg aftur.

Billy Graham segði einaferð, at integritetur er límið, sum heldur okkara máta at liva uppá saman. Vit mugu áhaldandi stríðast fyri at halda okkara karakter rættan. Eg haldi, at hetta ørindi í Sálmi 139, 23-24 lýsir so væl tað, sum Billy Graham tosar um, og at vit áhaldandi mugu biðja hesa bønina um, at Guð kennir mítt hjarta, rannsakar meg og kennir mína hugsan - at vita um eg gangi á glatunarvegi og leiða meg hin æviga vegin. Paulus nevnir eisini, at vit skulu stríða trúðarinnar góða stríð. Hetta er einasta stríð, vit hava at stríðast. Frelsan er vunnin okkum, men trúðarinnar góða stríð áliggur okkum at stríðast. Okkara integritetur er ikki til sølu. At missa ríkidømi er ikki tað ringasta; at missa heilsuna er svárt; men at missa karakterin er at missa alt.

Jesus sigur í seinastu heilsan síni til okkum: “Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.” 


Eg haldi, at Hann her eisini minnir okkum á hetta sama, nevniliga at: "læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum". Men Hann leggur afturat, at Hann er við okkum allar dagar alt til veraldar enda. Hann sendi okkum jú eisini talsmannin, sum vit altíð kunnu tosa við - og sum kemur okkum til hjálpar, tá okkum tørvar tað. Latið okkum siga: “Her eri eg Harri, brúka meg”.

Latið okkum áhaldandi biðja bønina hjá Dávidi og biðja Gud um at rannsaka okkum og halda okkum á tí æviga vegnum! Saman við talsmanninum mugu vit áhaldandi læra okkum at halda tað, sum Jesus beyð okkum - og halda okkum á rætta vegnum.

 

Skrivað hevur Regin Jacobsen

 

 

Sí fleiri greinar