Vikan, ið fór: 8
Sonja I. Jacobsen, 24.02.2020

Hesa vikuna var Junior. Junior er týskvøld umleið fjórðu hvørja viku fyri aldursbólkin 3.-7. flokk. Vanliga er ein søga at hoyra ella ein løtt undirvísing. Annars er nógv spæl á skránni - ferð er á, og børnini stuttleika og hugna sær. Enda verður altíð við eini lættari máltíð.

 

Hesa vikuna var Ann Randi kokkur mikudagin, og hon hevði nakrar fittar hjálparar til uppvask o.a.

 

Eitt væleydnað MiniTeenStreet tiltak hevur verið í Runavík um vikuskiftið...tí var einki AWAKE hesa vikuna.

 

Sunnumorgunin hevði elsti okkara, Henning Hansen, eitt uppmuntrandi orð til okkara, og Lissi Hansen hevði eina kraftmikla talu um evnið : “Jesus sum sigursharri”.

 

Leinkja til stroymingina sunnumorgunin finst HER

 

Myndir síggjast HER

Sí fleiri greinar