Trygg í Jesu hondum
Sonja I. Jacobsen, 18.02.2020

Mong okkara eru vaksin upp við, at foreldrini frá morgunstundini løgdu dagin í Guðs tryggu hendur. Tey høvdu sett sítt álit á Harran og kendu Hansara vernd, trúfesti og góðsku, bæði í viðgongd og mótgongd, á sjógvi ella landi. Tí tey vistu, at vit sum børn kendu okkum trygg gjøgnum dagin, um vit vórðu send út við bøn frá dagsins byrjan. Fyri mítt viðkomandi var hesin vani við andakt og bøn góður fyri meg, og kendi eg meg varda í Guðs hondum. 

 

Tað er eyðsæð, at byrjanin av hesi andakt inniber fleiri viðurskifti, sum kundu verið tikin fram, eitt nú bøn, uppaling í Guðsótta ella barnatrúnna. Eg velji at steðga við evnið: Guðs hond, sum fyri meg eisini ímyndar Guðs nærveru, og sumsamstundis ber í sær áhuga, umsorgan og kærleika Guðs fyri okkum menniskjum. Longu frá skapanarmorgni hevði Hann stóran alsk til mannabarnið og skapti tað eftir Síni mynd ”... sum kall og konu skapaði hann tey…” (1. Mós. 1:27). 

 

Victor Danielsen hevur týtt úr enskum sangin: ”Meistarans hond”. Hann sigur frá um fiólina, sum ongin vildi keypa á uppboðssøluni, tí hon var støvut og slitin. Tá so ein eldri maður, sum var dugnaligur fiólleikari fekk hana í hendi og spældi eitt fagurt og bergtakandi lag, vórðu givin fleiri boð, og fiólin varð seld fyri nógvan pening. Fólkið spurdi: ”… hví bleiv hon so dýr?”, svarað varð: ”… jú, meistarans hond hana fekk”. 

 

Tað kunnu vera viðurskifti í lívinum, sum gera, at vit kenna okkum slitin, dirvisleys og kanska sum henda fiólin, so virðisleys. Lívins viðurskifti kunnu hava verið hørð, og ágangurin stórur. Medmenniskju kunnu svíkja og halda seg burtur, og rætt er tað, at einsemi kann níva, men Guðs hond sleppur ikki. Ein av Guðs eginleikum er at elska og virða hvørt einstakt menniskja, meira enn vit kunnu fata. Orðið sigur, at ”Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur” (Sálma 46, 2). Jesus gav sítt lív á krossinum fyri okkum til tess, at vit kunnu verða frelst og dagliga hava samband við Hann. Vit verða uppmuntraði til at leggja av byrðuna við Jesu føtur, tí Hann vil veita okkum hvílu og í 1. Pætursbrævi 5, 7 stendur: ”Kastið alla sorg tykkara á hann; tí hann hevur umsorgan fyri tykkum”. Jesus kennir okkum til fulnar og tolir at leggja oyra og herðar til øll viðurskifti, sum kunnu tyngja sál og sinni okkara.

 

Enn ein heilsan frá Orðinum, sum vónandi kann geva okkum gott treysti og hug at leggja øll lívsins viðurskifti og vanliga gerandisdagin í Guðs hond - og velja at liva í hesi vissu, at Hann hoyrir og er av hjarta áhugaður í tær og mær. Orðið er frá Jes. 49, 15-16: ”Man kona gloyma bróstabarn sítt, ein móðir tað barn, sum hon bar undir hjarta? Hesar meg gloyma, men eg gloymi ikki teg. Sí, í mína hond havi eg rist teg, borgargarðar tínir eru mær altíð fyri eyga”.

 

Skrivað hevur Sunniva Poulsen

Sí fleiri greinar