Hvør er Ása?
Sonja I. Jacobsen, 25.02.2020

Navn: 

Ása Sólbrún Høj Joensen

 

Aldur:

30 ár

 

Hjúnafelagi og børn:

Gift við Petur Joensen, og saman eru vit vælsignaði við tveimum gentum, Margit 4 ár og Hallgerð 2 ár

 

Hvar býrt tú?

Vit búgva á Strondum, í einari íbúð í kjallaranum hjá mamumu og babba

 

Hvar ert tú uppvaksin?

Eg eri uppvaksin á Strondum

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:

Sera góð, stuttlig, trygg, fylgt við nógvum kærleika og Gudsorði

 

Hvat gert tú til dagligt? 

Arbeiði í kantinuni hjá MOWI

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Tí mær hevur altíð dámað sera væl at gjørt mat

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Eri saman við familjuni, vinum, í Kelduni, húsbólki og bindiklubba

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Uha... Tað dugi eg ikki :) Men eitt veit eg, og tað er, at eg eri sera familjukær

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Eg eri uppvaksin í Kelduni, hon hevur altíð verið mítt heim

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

Samanhaldið og bara at koma inn har. Eg elski at vera har, Keldan er mítt heim

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? 

Eg eri í kaffitænastuni og vaskitænastuni

 

Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?

At fleiri skulu leggjast til

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?

Ja, tað er so tað.... Tað vil tíðin vísa :)

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Fil 4:13 Alt eg eri mentur í Honum, sum ger meg sterkan

 

Sí fleiri greinar