Vikan, ið fór: 6
Sonja I. Jacobsen, 10.02.2020

Gjøgnum hvørja viku fer mangt ymiskt fram í Kelduni. Hesa vikuna vísa vit við myndum ymiskt, ið hevur gingið fyri seg.

 

Hvørt mánakvøld venur lovsangbólkurin. Byrjað verður við bøn og onkur deilir okkurt, tey hava fingið; síðani byrjar venjingin. Tá stólarnir verða ruddaðir sunnudag eina ferð um mánaðin, setir lovsangsbólkurin stólarnar upp á pláss aftur.

 

Mikudagin hevði ein flokkur í skúlanum brandvenjing.

 

Kafé Keldan hevur opið hvønn mikudag frá kl. 17-19. Hesa vikuna vóru frikadellur á matskránni, og tey, ið vóru tilstaðar, fingu góðan sang frá systkjunum Kirstin, Bodil og Markus. kl. 19 var temakvøld, har Arni Zachariassen hevði ein fyrilestur um rúsmisnýtslu.

 

Hóskvøldið var Aglow í Kaféini. Birita I. Nybo talaði um evnið: ”Mamma, kenn tín myndugleika”. Áleið 80 kvinnur vóru møttar upp.

 

Longu kvøldið eftir byrjaði kvinnulegan undir heitinum: ”Vakið”. Um 100 kvinnur vóru tilmeldaðar, og var vikuskiftið pakkað við nógvum góðum undirvísingum, sangi, bøn, mati og hugna. Guds Andi var til staðar og nam við hjørtuni. Má Orðið vera komið í góða jørð, so tað kann bera ávøkst.

Kvinnurnar vóru forkelaðar, tí millum 20-30 mans vóru og tæntu við at gera mat, vaska upp og rudda av. Eisini var fitta Angela og hjálpti pápa sínum við døgurðanum fríggjakvøldið.

 

Awake er hvørt leygarkvøld, og fyri tíðina verður fokuserað á evnið ”EIN TIL EIN”, har lagt verður upp til, at øll hava ”ein til ein” samskifti við Gud, lesa 1 kap. um dagin og biðja. Hevur tú Instagram, kanst tú fylgja við….. https://www.instagram.com/awakeungdomur/

 

Sunnudagin var møti við luttøku frá kvinnuleguni.

 

Myndir síggjast HER

 

Talan hjá Paula um evnið ”Bøn”, finst HER

 

Møtið við luttøku frá kvinnuleguni finst HER

 

 

....hevur tú eina mynd í sambandi við virksemið í Kelduni - um tit savnast í einum húsbólki, til ein fund, í sambandi við vasking, venjing o.s.fr. - ert tú vælkomin at senda til keldan@keldan.fo

Sí fleiri greinar