At ganga um múrin
Sonja I. Jacobsen, 04.02.2020

Eg havi altíð hildið, at tað er umráðandi at siga bíbliusøgur fyri børnum. Sjálvt um tey ikki altíð skilja alt tað, sum liggur aftanfyri í Guds orði, so er tað fantastiskt, at tey kunnu hava søgurnar við í bagaguni, fyri seinni at kunna skilja betri dýbdina í søgunum.

 

Ein av søgunum, sum øll børn, ið hava gingið í sunnudagsskúla, heilt sikkurt hava hoyrt, er, um tá ið Ísraelsfólk gekk um múrin í Jeriko (Josva, kap. 6).

Hetta er ein av søgunum, sum eg minnist, frá tá ið eg sjálv gekk í sunnudagsskúla, men síðan eg bleiv vaksin, havi eg ofta hugsað, hvussu ísraelsfólk hevði tað, ímeðan tey gingu um múrin.

 

Í øðrum versi í kap. 6 lesa vit, at Gud segði við Josva: “Sí, nú gevi eg Jeriko og kong hennara og hetjur upp í tínar hendur.” Og síðan fær Josva akkurát at vita, hvussu Jeriko verður vunnin.

 

Tað eru tíðir í lívinum hjá okkum øllum, har vit “ganga um múrin”. Vit ganga og ganga, og onkuntíð høvdu vit hildið, at nú átti “múrurin” at verið fallin, men tað følist, sum onki hendir, og vit ganga víðari. Tað er í tíðum sum hesum, at tað er umráðandi, at vit halda fast við øll lyftini, sum vit hava í Orðinum. Ímeðan vit bíða eftir, at umstøðurnar broytast, er gott at halda fast í, at sigurin longu er vunnin, og vit kunnu siga sum Job: “Men eg veit, at loysnari mín livir.” (Job 19, 25).

 

Gud byrjaði við at siga við Josva, at nú fór hann at vinna sigurin. Eg ímyndi mær, at tá ið tey høvdu gingið í nakrar dagar, mátti hann minna fólkið á, at Harrin hevði lovað teimum sigurin, um tey hildu á við at ganga. Á sama hátt mugu vit minna okkum sjálv á, at Harrin hevur loysnina, sjálvt um leiðin fram til loysnina kanska ikki altíð er tann, ið vit kundu hugsað okkum.

 

Ímeðan vit “ganga” kunnu vit halda okkum til Filip. 4, 6-7:

Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og friður Guðs, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

 

Skrivað hevur Mirjam Høj

Sí fleiri greinar