Tí av og á fór eingil niður í hylin og órógvaði vatnið; tann, ið tá fyrstur fór niður í vatnið, eftir at tað var órógvað, varð frískur, hvørja sjúku hann so hevði. Jóhs. 5:4
Hvat um tað nú var ein Betesdahylur í Føroyum, ja enntá í Kelduni í Skálafirði? Man skuldi trúð, at har ein kelda rennur, burdi verið møguleiki fyri einum vatni, har røringur kann koma í.
Her stendur, at tann fyrsti, sum kom niður í hylin, bleiv grøddur... Frásøgnin vísir í hasum førum á nakrar avmarkingar, men vit vita, at tá Jesus kom inn á banan, so vórðu nógv undur gjørd. Í Lukas 4:14 stendur, at øll, sum komu til Hann, blivu grødd. Vit kunnu eisini staðfesta, at tað at vera fyrstur, kann hava nakað at gera við okkara tráan og hungur eftir Jesusi.
Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir; nei, vatnið, ið Eg gevi honum, skal verða í honum kelda av vatni, sum springur upp til ævigt lív. Jóhs. 4:14
Jesus er keldan, og Hann vil skapa røring í vatnið. Tá Hann møtti kvinnuni við Sikarsbrunn (les samanhangin), so var tað hennara dagur - tímin var komin, har hon upplivdi hetta livandi vatnið, sum umbroytti hennara lív.
Persónliga kunnu vit øll hava tíðir, har vit kenna, at alt stendur stilt, og tað kennist turt og tómt andaliga. Hesin maðurin við Betesdahylin hevði verið likamliga sjúkur í 38 ár og hevði bíðað eftir at verða nomin við til grøðing.
Ert tú likamliga, sálarliga ella andaliga sjúkur, so kanst tú uppliva at vera nomin av Gudi til grøðing. Tí Jesus er tann sami ígjár, ídag, ja til ævigar tíðir (Hebr. 13:8).
Vit syngja ofta lovsangin: “Bert eitt orð frá Tær, og Tú broytir alt.” Hetta er eisini sannleiki, og tí er tað so gott fyri okkum at søkja Harran og fáa eitt orð inn í okkara støðu. Hetta er bæði galdandi persónliga og fyri tænastuna, sum vit eru partur av í samkomuni. Vit kunna fáa eitt orð frá Gudi á ymiskan hátt. Tað kann vera ígjøgnum bíbliulesnað, nakað sum verður lagt á okkara hjarta, ein mynd sum gerst livandi fyri okkum, profetiskt orð o.s.fr. Men tað má samsvara Guds orð.
Persónliga trúgvi eg, at Harrin hevur nakað fyri okkum her í Kelduni. Eg deildi hetta orðið á fyrsta møtinum í ár, har eg sá fyri mær eingilin, sum kom til Betestahylin og nam vatnið, og tann fyrsti, sum kom niður í, bleiv grøddur. Men eg upplivdi tað ikki soleiðis, at bara ein skuldi verða møttur av einum eingli. Eingilin skal vera vælkomin, men Guds Andi vil koma og vitja okkum og nema mong menniskju á møtum og í øðrum samanhangum. Tí trúgvi eg, at vit muga vera opin og klár til at leypa niðurí - tá vit kenna, at nú er Harrin nær, mugu vit ikki lata hetta fara framvið. Tað eru tíðir, har vit uppliva, at Harrin ger nakað ímillum okkum, eisini í ymiskum samanhangum; at salvingin útloysist og brýtur okið. (Luk 4:18)
Tað liggur nakað í hesum, at vatnið var komið í røring, og vit sum móttakarar geva eitt aftursvar fyri at fáa hesa frían, sum hjá hesum manni við Betestahyl, sum hevði ligið har í 38 ár. Tað var eisini trupult hjá honum at koma niður í vatnið, hann mátti fáa hjálp, og ongin var at hjálpa honum. Tíbetur kann Jesus eisini koma til tann, sum ongan hevur at hjálpa sær. Men í hesum føri bleiv einans hesin maðurin grøddur av øllum teimum, sum lógu har tann dagin, tí hansara vitjunartíð var komin.
Eg trúgvi, at í 2020 fara fleiri at verða nomin av Gudi. Ger teg til reiðar at leypa í vatnið ella fáa onkran at hjálpa tær niður í vatnið. Eg trúgvi, at fleiri av okkum koma at uppliva eina vitjunartíð av himli, bæði persónliga og fyri samkomuna.
Skrivað hevur Pauli Høj