Hvør er Byrgerð?
Sonja I. Jacobsen, 14.01.2020

Navn:

Eg eiti Byrgerð Kjærbæk

 

Aldur:

Eg eri 56 ár

 

Hjúnafelagi og børn:

Eg eri gift við Sverra Kjærbæk.
Saman eiga vit 3 deilig børn Ásbjørg, Andrias og Elinu.

 

Hvar býrt tú?

Eg búgvi á Glyvrum og eri uppvaksin her.

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:

Eg havi havt ein tryggan og góðan uppvøkstur. Pápi mín, Hans Andreas Lamhauge, var snikkari og arbeiddi míni barnaár beint við hjá okkum.
Mamma, Anna Elina Lamhauge, var heima øll tey fyrstu árini. Seinni fór hon at arbeiða sum heimahjálp.


Eg eigi tvey sera fitt syskin, Anna Katrin og Hilmar Sam.

Vit búðu í einum góðum grannalag, har vit komu hvørjum øðrum við, og bæði gentur og dreingir spældu væl saman. Skjótt var at fara til Lambar til ommu og abba, og ofta var eg í Rituvik hjá ommu og abba og ferðaðist, har eg var fyrsta ommu/abbabarn og varð forkelað av øllum.

 

Míni foreldur hava leitt meg í kirkju og á møti og lært meg at kenna Jesus,
tey hava elskað meg og stuðlað mær. Eg havi nógv góð barnaminnir og eri sera takksom.

 

Tá lærarinnan spurdi meg fyrsta skúladag, hvat eg vildi verða, tá eg bleiv stór, svaraði eg, uttan at ivast, at eg vildi verða frisør, tað hevur altíð verið mín dreymur.

 

Hvat gert tú til dagligt?

Eg havi eina frisørsalong, Hárprýði í Saltangará, og eru vit 5, sum starvast við hár, makeup og negl.
Vit fylgja væl við hvat hendir innan okkara øki, eru javnan á skeið og leggja okkum eina við at veita eina professionella og góða tænastu.

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Mær hevur altíð dámt væl at vera saman við fólki, tað persónliga, at tosa við fólk og at vera blíð.

Hetta passar alt væl til mítt arbeiði, har eg møti einum og einum.
Eg sleppi at fríðka, forkela og tæna, og eg elski tað.
Slagorðini hjá Hárprýðnum eru, ein góð kensla.....

Hvat gert tú í frítíðini?

Í míni frítíð dámar mær væl at vera heima saman við mínum. Mær dámar væl at ganga túrar, at vitja fólk, fara í føðingardag, bindiklubb og at koma saman um Guðs orð.

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálva við fáum orðum?

Um meg sjálva kann eg siga, at eg eri erlig, opin, nærverandi, vinarlig, álítandi og arbeiðssom.

Tá eg sum ung fór til Havnar at læra, kom eg at ganga í frisørskúla saman við Sigrið Siversen. Eftir bert fáum døgum bjóðaði hon mær á møti við sær. Har kom eg til umvendilsi og fekk eitt persónligt forhold við Jesus. Tað var heilt fantastiskt, eg mátti fortelja tað fyri øllum.

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Eg kom við í ungdómsgruppuna í Hoyvík og til møtini í skúlanum í Hoyvík.
Vit vóru eisini nógv á Gøtueiði til møtir í teltinum. Tá so Keldan byrjaði í Skálafirði, og vit fluttu inneftir at búgva, fall tað okkum natúrligtat at koma til møtini her.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?

Í Kelduni kenni eg meg heima. Her er góð undirvísing og fantastiskur lovsangur, sum veruliga ger nakað við sálina - tú kennir Guds nærveru, og tú fært altíð høvið at koma til forbøn.


Tað verður gjørt nógv fyri at fólk skulu kenna seg væl, t.d. við samansjóðing til kaffimunn hvønn sunnumorgun og smærri húsbólkum. Tú fært eisini kensluna av at hoyra til, tá tú ert við til at tæna.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?

Eg eri m. a. við í kaffitænastuni og eri møtivertur.

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?

Mín vón er, at Keldan, vit sum samkoma, áhaldandi skulu lata okkum leiða av Andanum, at Gud skal virka okkara millum við undrum og teknum, at Gud skal svara okkara hjartans bønum, at stólarnir fyllast, og at nógv koma til umvendilsi, at vit skulu minnast til vælgerðir Hansara, at vit skulu vitna um góðgerðir Hansara, at vit saman skulu lyfta Jesus upp og gera Hann stóran,
og at vit mega liva í visiónini, sum vit hava fyri samkomuna.

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?

Um lív og heilsa verður um 10 ár :) ja, so svingi eg sikkurt enn við saksinum og hugni mær her uppi á Hjallavegi við øllum mínum.....spennandi :)

Eg havi so nógv at takka Jesusi fyri, Hann er mín klettur og styrki!

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Fil. 4. 6-7: Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk,

og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

 

Ert tú bangin? Lat ikki óttan fáa valdið á tær, ver ikki stúrin fyri nøkrum....
Les hesi versini umaftur og umaftur, ger tað yvir langa tíð, lat orðini søkka inn í hjartað....

 

Tað skal eg vitna, at tað virkar !

 

Jesus verið hjá okkum øllum ! 

Sí fleiri greinar