Hvat skal vera nr. 1?
Nú vit júst eru farin inn í eitt nýtt ár, eru mong, sum seta sær fyri at broyta ymiskt í egnum lívi ella seta sær ítøkilig mál fyri árið. Og tað er ofta gott at fremja broytingar og at hyggja nærri eftir raðfestingum.
Mong seta sær fyri at menna góðar og sunnar vanar. Tað kann t.d. vera at vísa størri takksemi, brúka meira tíð saman við familjuni, liva sunnari ella vera meira nærverandi. Hetta eru dømi um góð mál at seta.
Tað er tó ein raðfesting, ið hevur allar størstan týdning: Relatiónin við Gud. Tað er altíð ein røtt avgerð at raðfesta fremst relatiónina við Gud. Vit hava brúk fyri Honum, og Hann vil brúka okkum. Um vit viðurkenna tað ella ei. Og vegurin til Gud er opin gjøgnum Jesus Kristus.
Grundleggjandi tørvir
Vatn hevur alstóran týdning fyri lívið og vøksturin í natúrliga heiminum. Tú hevur tørv á vatni fyri at liva og virka. Og jørðin má fáa vatn fyri at bera ávøkst. Hinvegin er turkur oyðileggjandi og hevur mangan elvt til hungursneyð fyri milliónir av menniskjum.
Vit menniskju eru ikki bara kjøt og blóð. Vit eru andaligar verur, sum hava grundleggjandi tørvir. Okkara størsti tørvur er relatión við Gud, skapara okkara. Gud hevur skapt okkum at liva tætt at Sær, mennast og avspegla Hansara dýrd og eginleikar. Tað er gjøgnum Jesus og Heilaga Andan, at vit koma í relatónin við Gud. Relatónin við Hann gerst verulig og livandi gjøgnum Heilaga Andan. Fyri at vera á lívi og vaksa andaliga, hava vit tørv á livandi vatni, ið er Heilaga Andans fylling.
Livandi vatn
Í Bíbliuni kann nógv lesast um vatn. Um livandi og rennandi vatn, sum ímyndar Guds lív og Anda.
Eins og vit í tí natúrliga hava tørv á vatni hvønn dag, so hava vit lívsneyðugan andaligan tørv á at drekka livandi vatn hvønn dag. Ikki fyri stuttleikar, men fyri at vera andaliga á lívi; men ikki bert vera á lívi, men fyri at vit kunnu liva tað sanna lívið, ið er at kenna Gud og gera Hann kendan við hjálp og fylling Andans. Tá ið vit drekka tað rennandi og lívgevandi vatnið, verða vit endurnýggjað, fáa styrki til gerandisdagin, og vit upplíva frískleika og vakurleika lívsins.
Henda kelda er ótømandi. Tað renna streymar av livandi vatni frá Guds hjarta hvørt einasta sekund. Hesar streymar eru ætlaðir at signa og geva okkum kraft at vera eitt vitni fyri Guds undurfulla og hugtakandi ríki. Og vit gleða Guds hjarta, tá ið vit drekka av tí livandi vatninum og lata vatnið streyma út til onnur.
Jesus sigur við teg og meg: Kom og drekk! Henda 2000 ára gamla innbjóðingin stendur við og er háaktuell fyri okkum í 2020.
Her eru nøkur góð orð úr Bíbliuni um vatn og andaligt lív:
Hin síðsta - hin stóra - dagin í høgtíðini stóð Jesus og rópti: "Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki! Tann, ið trýr á Meg, úr lívi hansara skulu, sum skriftin hevur sagt, renna streymar av livandi vatni." (Jóh. 7, 37-38)
Allir livandi skapningar, ið rørast, allastaðni har dupultáin kemur, skulu liva, og fiskurin skal nørast í stórum; tí táið hetta vatn kemur hagar, verður heilsubót og lív, allastaðni har áin kemur. (Ez. 47, 9)
Hini villu dýr markarinnar, sjakalar og strutsar, skulu æra Meg, tí Eg gevi vatn í oyðimørkini, streymar í landinum, sum oyðið var, so fólk Mítt, útvaldu Míni, fáa drukkið. (Es. 43,20)
Tí Eg skal hella vatn yvir hitt tysta, streymar yvir hitt turra; Eg skal úthella Anda Mín yvir børn tíni og signing Mína yvir avkom títt... (Es. 44, 3)
Drekkið tykkum ikki drukkin av víni - í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum... (Ef. 5, 18)
Drekk!
Raðfest relatiónina við Gud fremst í 2020 og drekk dagliga ríkiligt av Heilaga Andans livandi vatni, tær og øðrum til stóra signing!
Gott nýggjár øll somul!
Skrivað hevur Rúni Rasmussen