Óttist ikki!
Sonja I. Jacobsen, 24.12.2019

Luk 2:10-11

"Men eingilin segði við teir: "Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið: Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids."

 

Eitt sum nógv menniskju bera uppá í dag, eisini hesa serligu jólatíð, er ótti. Ótti er nakað, sum kann raka øll menniskju, so ella so. Tað kann vera ótti fyri sjúku, ótti fyri at missa, ótti fyri fíggjarviðurskiftum, ótti fyri framtíðini o.s.fr. Óttin tekur altíð støði í okkum sjálvum og í nøkrum, sum liggur frammi í tíðini, nakað sum ein stúrir fyri skal fara at henda. Óttin kann fáa so stórt vald á okkum, at vit liva sum um, at alt tað, sum vit ótttast, longu er hent. T.v.s., vit gera eina niðurstøðu út frá nøkrum, sum ongantíð hevur verið, men vit liva, sum um tað longu er ein veruleiki í okkara lívi, hóast tað ikki er tað. Størsta avleiðingin av hesum er, at menniskju gerast stúrin, passiv og ósikkur. Besti heiligvágurin ímóti ótta er evangeliið um Jesus Kristus og Hansara ævigu lyftir.

 

Í Luk 2:10-11 lesa vit um, tá eingilin kemur til hirðarnar á markini við teimum góðu tíðindunum.

Tað fyrsta eingilin sigur við hirðarnar er: “Óttist ikki!” Hví skuldu teir ikki óttast? Tí eingilin hevði eini gleðiboð at bera teimum. Og tað var, at ein Frelsari var føddur. Hesin Frelsarin var ikki bert ætlaður hirðunum á markini, men ætlaður øllum menniskjum. Hetta er kjarnan í jólaboðskapinum. Tað er ikki neyðugt at óttast longur, tí Frelsarin er føddur. 

 

Hetta lærir okkum eisini, at ótti ikki kemur frá Gudi, tvørturímóti so sigur Hansara orð: 

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. (Fil 4:6-7)

 

Um tú gongur við ótta og stúrir fyri tínum umstøðum, so vil eg eggja teg til at kasta tín ótta og tína stúran yvir á Jesus í ákallan og bøn við tøkk. Jólatíðin minnir okkum á, at Gud hevur ikki gloymt Síni børn, tí Hann gav okkum Jesus Kristus. Í staðin fyri ótta og stúran, sum ger teg passivan og ótryggan, so vil Hann geva tær Sín frið og seta teg í tað frælsi, sum Hann hevur vunnið fyri teg. Friðurin, ið Hann gevur, er ikki bundin at umstøðunum í tínum lívi, um tær eru uppá pláss ella ikki. Nei, tað merkir, at tú hvílir í trúnni á Jesus, og tú veitst, at Hann kemur at føra teg sigrandi ígjøgnum tað, sum tú ert í júst nú. Óttast ikki, gev ikki upp! Harrin, Immanuel, er við tær!

 

Skrivað hevur Búgvi Olsen

Sí fleiri greinar