Navn:
Diana Jansdóttir Olsen.
Aldur:
26 ár.
Hjúnafelagi og børn:
Gift við Markusi Olsen. Vit eru vælsignað við trimum børnum, Mathildu, Lis og Jan.
Hvar býrt tú?
Eg búgvi í Skálafirði.
Hvar ert tú uppvaksin?
Eg eri uppvaksin í Árnafirði og Klaksvík.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Eg minnist mest sum bara gott aftur á míni barnaár. Til tíðir vóru ymiskar avbjóðingar av tí, at eg eri skilsmissubarn. Men annars, sum sagt, góð.
Hvat gert tú til dagligt?
Gangi á fyrireikingarbreyt í Miðnámsskúlanum á Kambsdali.
Hvat gert tú í frítíðini?
Tað mesta av tíðini fer við at vera saman við familjuni.
Eg eri eisini í ymiskum tænastum í samkomuni.
Gentubólk og bindiklubb, má ikki gloymast.
Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Tað vil eg ikki....hehe
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Havi altíð havt okkurt serligt fyri Kelduni. So tað fall mær púra natúrligt, at Keldan skuldi verða mín samkoma, tá eg fann saman við Markusi; hann er jú uppvaksin har.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Tað er alt ov torført at velja eitt. Eg elski, hvussu fitt og blíð øll fólkini í samkomuni eru, og lovsangurin er heeeilt fantastiskur!!
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri leiðari í kaffitænastuni í Awake, eri í lovsangstænastuni og havi barnakórið í Kelduni.
Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
Havi nógvar dreymar fyri okkara samkomu. Ein dreymurin, sum eg havi havt leingi, er at hava fleiri lovsangsløtur – stórar lovsangsløtur, sum kunnu vara í fleiri tímar.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Tað er ringt at siga. Akkurát nú hugsi eg mest um at fáa eina útbúgving, so vónandi havi eg fingið eina um 10 ár ;)
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Matt. 6, 1:
“Varðið tykkum, at tit útinna ikki rættvísi tykkara fyri menniskjum – fyri at verða sædd av teimum! Tí so hava tit onga løn hjá Faðir tykkara, sum í Himli er.”
Orðt. 16, 3:
“Gev HARRANUM verk tíni í hond, so skulu ráð tíni fáa framgongd!”