Henda sæla jólatíð
Sonja I. Jacobsen, 20.12.2019

Gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur. Orðt. 11:25

 

Tað munnu vera eitt ótal av orðum, ið vit kunnu seta saman við orðinum jól. Dømi: jólastákan, jólabaking, jólagávur, jólatræ, jólastjørna, jólabomm, jólakonsert, jólasøla, jólaborð, jólasangur, jólabingo.... og vit kundu hildið áfram. Henda tíðin er full av tiltøkum av ymsum slagi. Nærum hvønn dag í vikuni hendir eitthvørt, ið vit skulu ella hava møguleika til at luttaka í, og sum er ein partur av tí, at nú verður skjótt jól. Vit stákast, hvør í sínum lagi, fram til jóla. Allastaðni er pyntað, bæði innan og uttan. Hetta er ein tíð, har vit eru serliga nógv saman við okkara familju. Vit baka saman, gera jólakonfektir, jólapynt og jóladekoratiónir. Fyri meg er hetta ein serliga hugnalig tíð, ið eg altíð síggi fram til, og sum eg brúki nógv saman við mínari familju. Eg gleðist um jólini. Fyrst og fremst tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. Johs. 3:16. Harnæst tí at henda tíðin gevur so ríkan møguleika at gera nakað gott fyri okkara næsta. Tað er sum um, at fjálgi hitin frá jólatíðini fer inn í hjartað og vekjur tilvitskuna um, at  ein eigur at gleðast um og geva nakað víðari av tí, ið ein sjálvur hevur fingið. 

 

Í orðt. 11:25 stendur: Gávumild sál trívst, og tann, ið leskar onnur, verður leskaður sjálvur. Latið okkum ikki gloyma at elska okkara næsta og vísa umsorgan fyri teimum, ið eru stúrin, einsamøll og sum syrgja hesi jólini. Tað eru nógvir ymiskir mátar at vísa umsorgan uppá. Tað er ikki altíð, at tað skal so nógv til. Vit kunnu hugsa um at siga nakað gott við onkran hvønn dag, geva eitt smíl, skriva eina heilsan, bera ein tungan posa fyri onkran, baka ella gera eina jóladekoratión til grannan, skumpa kavan úr túninum fyri tey gomlu, fara út á ellisheimini at syngja og heilsa uppá. Ringja til onkran, sum vit ikki hava tosað við leingi os so víðari og so víðari. 

 

Takk Guð fyri jólini! Og takk fyri, at hóast “... Tann er eingin, sum rættvísur er, ikki ein;” (Rom 3:10), “so er tað tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi” (Rom 8:1). 

 

Størsta gávan, ið vit hava fingið, er gleðiboðskapurin um okkara Harra og Frelsara. Gud er kærleiki; latið okkum vísa øðrum á gleðiboðskapin við at vísa okkara næsta kærleika. Latið okkum hesi jólini minnast til at vísa gávumildni í gerandisdegnum. Gud vælsigni okkum øll.

 

Skrivað hevur Birgit Frederiksberg

Sí fleiri greinar