Vend tær á og síggj kærleika Guðs til tín
Sonja I. Jacobsen, 25.11.2019

Íblástur frá Judah Smith, pastorur í City Church, Seattle Washington.

 

Hvussu nógv eru tað í grundini, ið dáma, tá onkur sigur: “Eg segði tað altíð”?

 

Matt. 26:31-25

Tá segði Jesus við teir: ,,Hesa nátt verði Eg tykkum øllum til fall; tí skrivað er: ,,Eg skal sláa hirðan, og seyður fylgisins skal spjaðast sundur.” Men táið Eg eri upp aftur risin, skal eg fara undan tykkum til Galilea.” Tá tók Pætur til orða og segði við hann: ,,Um Tú so verður øllum til fall, skal eg tó aldri koma í fall!” Jesus svaraði honum: Sanniliga, sigi Eg tær: Hesa nátt, áðrenn hanin gelur, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg.” Pætur segði við Hann: ,,Um eg so skal doyggja við Tær, skal eg ikki avnokta Teg!” Sama søgdu eisini allir lærisveinarnir.

 

Lívið er sum ein tivoli russjibani. Tað fer upp: Yes! Alt er super. Eg lesi mína Bíbliu hvønn dag, bønarlívið koyrir bara! Guð má vera so glaður fyri meg beint nú. Brádliga fer kósin niðureftir: Áh, so nógvar vónir og forvæntningar. Nei, hetta orki eg ikki. Síðan fært tú eina skuldarkenslu og hugsar, at tú ert ikki góð/ur nokk fyri Guð.

 

Men veitst tú hvat?

Guð er akkurát líka glaður fyri teg, óansæð um tú ert í tínum myrku og tungu tíðum, ella um tú ert í tínum ljósasta degi. Men hví? Jú, tí Guð er alvitandi. Hann kennir fortíðina, og Hann kennir framtíðina. Guð er kærleiki!

 

Hevði eg verið Guð, hevði eg ikki megnað hetta. Langt frá. Eg hevði verið ein keðiligur Guð, um eg visti framtíðina. Um tú hevði biðið til mín, hevði tað allarhelst sæð umleið soleiðis út:

“Hey Guð”

“HEY.....!!”

“Hvat feilar, Guð?”

“EINKI!!”

“Havi eg gjørt nakað skeivt, Guð?”

“Nei! Tað er ikki tað, tú hevur gjørt, men tað, tú fert at gera....”

 

MEN NEI! Guð er als ikki so, tí Hansara kærleiki er nærverandi. Hansara kærleiki er nú.

 

Kann tað vera, at Jesus ynskti at siga hetta við Pætur? At hóast Hann visti hetta, elskaði Hann Pætur treytaleyst? Hetta er ikki: “Eg segði tað altíð”.

 

Hvat merkir hetta so? Tað merkir als ikki, at hugburðurin skal verða tann, at nú kunnu vit fara út at gera alt skeivt, sum vit vilja, tí Guð elskar okkum óansæð. Nei, hetta merkir, at hóast vit møguliga fara at fella í onkra synd ella fara at gera okkurt skeivt, elskar Hann okkum eins nógv í gjár, í dag, í morgin og altíð. Óansæð hvussu langt burtur tú heldur teg vera farnan frá Guði, er Hann bert eitt fet aftanfyri teg. Vend tær á og síggj kærleika Guðs til tín.

 

Skrivað hevur Miriam Høj

Sí fleiri greinar