Navn:
Eyð Hentze Steintún
Aldur:
33
Hjúnafelagi og børn:
Leivur og Unn, Sigmund, Edith.
Hvar býrt tú?
Vit búgva á Eiði.
Hvar ert tú uppvaksin?
Á Eiði.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Góð, vælsignað, trygg og stuttlig. Eiði var/er ein góð bygd at vaksa upp í við eini fjølbroyttari og vakrari náttúru.
Hvat gert tú til dagligt?
Lesi til lærara.
Hví valdi tú tann lesnaðin?
Tað hevði mín áhuga, og eg haldi, at lærarayrkið er bæði spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt.
Hvat gert tú í frítíðini?
Hugni mær saman við familjuni og gangi í bindiklubb.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Spent, glað og við uppá tað :)
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Tað hava verið fleiri orsøkir til hví, men tað var, tá eg var 13 ár, aftaná eina páskastevnu á Skála, har eg bleiv frelst, at eg kom at ganga í Kelduni.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Mær dámar væl, at tað er so heimligt, frítt og trygt. At øll eru so hjálpsom og góð við hvønn annan, og at børnini verða virðismett so høgt.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Ja, vaskitænastuni og kaffitænastuni.
Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
At vit virka saman sum Guðs útrætta hond og skína Jesu kærleika. At vit við okkara vitnisburðum vísa á, hvussu Jesus hevur givið okkum nýtt lív.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Sera góður spurningur, tað vil tíðin vísa. Kundi verið í Føroyum, uttanlands ella umborð á onkrum skipi :)
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Opinberingin 12:11 vísir, hvussu stóran týdning okkara vitnisburður hevur; at tað er við blóði Jesusar og okkara vitnisburði, at vit vinna á tí ónda. Vit lesa eisini í Róm. 8:19, hvussu “Skapningurin tráar og stundar jú eftir opinbering Guds barna.” Tað er vón, og vónin er at finna í Jesusi.
Filippibrævið 4:8 hevur havt stóran týding fyri meg gjøgnum lívið: “Og síðani, brøður: Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!”