Vit syngja jólini inn
Kodio, 19.11.2019

Vit syngja jólini inn verður aftur 23 des. kl. 21.00.

 

Vit fara at hava eina hugnaliga sangløtu saman, við framførslum og nógvum felagssangi.

 

Í ár koma Miriam Høj, Birgit Nónklett og systkini Kirstin, Bodil og Markus Olsen at framføra fyri okkum. Eisini kemur ungdómsbólkurin í Kelduni at framføra eitt lag.

 

Aftaná hugna vit okkum við einum góðum drekkamunni og holukøkum.

 

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin. Eins og undanfarin ár verður innsavnan til frama fyri missión.

Sí fleiri greinar