“Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum - sigur HARRIN - friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.”
Jeremias 29, 11
Lyftini eru til okkum øll - børn, vaksin og eldri.
Síðstu tíðina havi eg hugsað nógv um, at tað eru so nógvar broytingar - úti í heimi og her heima. Broytingar í náttúruni, tøkni, okkara meiningar um andalig virði o.a.
Tað hendir so nógv, at vit onkutíð kenna okkum máttleys. Vit føla kanska, at vit einki fáa gjørt. Men um Guð hevur lovað okkum eina góða framtíð, er tað so neyðugt hjá mær at stúra? Jesus sigur sjálvur í Matt. 6, 35: “Stúrið tí ikki fyri degnum í morgin”.
Tá ið vit stúra, fáa vit ikki virkað til fulnar, sum Jesus hevur skapt okkum til. Tá standa vit í stað. Læs eina andakt um nøkur skip, ið vóru farin í havn, tí eitt ógvusligt illveður var ávegis. Manningarnar á skipunum mundu verið fegnar um at liggja við bryggju, tí tað átti at verið trygt. Men skiparin og manning á tí eina skipinum tóku avgerð at sigla út úr havnini við kós ímóti illveðrinum. Nakrar dagar eftir herviliga illveðrið vóru øll skipini inni í havnini so illa farin, at tey vóru vrak, manningarnar vórðu bjargaðar - men skipini komu ongantíð at sigla aftur. Tað kann vera skilagott at liggja í læ, men liggur skipið við bryggju, er ikki lætt at sleppa leysur aftur. Skipið, ið stevndi út ímóti illveðrinum, kom stutt eftir inn aftur í øllum góðum. Hetta skip kundi nú halda áfram við at gera tað, ið tað varð bygt til - at sigla!
Guð sigur við okkum:
“Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera." (Josva 1, 9).
Josva fekk boð um at fara nýggjar leiðir, og Guð lovaði honum at vera við honum í øllum.
Vit skulu eggja okkara børnum at søkja sær kunnleika og vísdóm, tí tá vilja tey síggja og læra meira um Guðs skapanarverk. (Sálm. 111, 2: Stór eru verk HARRANS; øll, sum hava gleði sína í teimum, grunda á tey)
Tey ungu kunnu við okkara stuðuli og vegleiðing læra, at amboð sum t.d. internet saman við Jesusi er ein gáva til okkum, at vera til signingar fyri einstaklingin og heil lond. (Orðt. 22, 29: Sært tú dugandi mann í verki sínum, hann man kom at tæna hjá kongum).
- internet ger, at børn í fjarskotnum londum, har áður einki bar til, kunnu ganga í skúla og læra.
- tøkni ger, at børn kunnu fáa líka góða læknahjálp sum vit her í Føroyum
- tøknin ger, at øll børn í heiminum hava betri møguleika at uppliva gleðiboðskapin
Vit vaksnu hava eisini fleiri spennandi uppgávur. Helst størsta uppgávan er at skula goyma øll boðini og vegleiðingarnar í okkara hjørtum og fortelja okkara børnum um Guðs vilja hvønn dag.
5. Mós. 5, 7: “Tú skalt prenta tey inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp;
Tey eldru kunnu megna nógv við sínum vísdómi. Eitt av hesum er, at tey ogna sær vitan um broytingarnar og døma um tað, sum hendir....í mun til tað, ið tey vita frá sínum lívi.
Orðt. 20, 29: Prýði hinna ungu er styrki teirra, og heiður hinna gomlu er hini gráu hár
Um øll ættarliðini búgva seg til at møta hesi spennandi tíð, vilja vit ikki bara verða klár til tær broytingar, ið fara at koma, men verða tær broytingar, ið kunnu vera til signingar fyri okkara familju, samkomu/kirkju og okkara land.
Um vit hóast alt ivast um framtíðina, so fortelur Guð okkum, at Hann verið har og sæð okkum - langt áðrenn vit vóru í móðurlívi.
Jeremias 1, 5: “Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg.....”
Skrivað hevur André Frederiksberg Danielsen