Navn:
Fía Alisa Hammer
Aldur:
37 ár
Hjúnafelagi og børn:
Eg eri gift við Karl Magna. Vit hava verið gift síðan 2005, og saman eiga vit trý deilig børn. Páll 13 ár, Hallbjørg 10 ár og Sigmundur 3 ár.
Hvar býrt tú?
Vit keyptu eini eldri hús á Glyvrum í 2008, sum vit síðani hava sett í stand.
Hvar ert tú uppvaksin?
Fyrstu árini búðu vit á Strondum. Eg var 5 ára gomul, tá ið vit fluttu til Innan Glyvur.
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Góð og trygg. Mamma gekk heima, tá vit eldru systkini vóru smá. Tað var fjálgt og hugnaligt, at hon altíð var inni, tá vit komu heim.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Tað var ein gamal dreymur at gerast sjúkrarøktarfrøðingur. Mær dámar væl at arbeiða við fólki, og at hvør dagur ikki er líka.
Hvat gert tú í frítíðini?
Fyri tað mesta eri eg heima saman við familjuni. Tað er enn nógv at takast við heima við hús, og tá ið eg fái eina løtu einsamøll, dámar mær væl at binda ella ganga ein túr.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálva við fáum orðum?
Still, hugsanarsom og álítandi.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Eg fór á eitt Alfa skeið í Kelduni fyri nógvum árum síðani og bleiv beinanvegin bitin av góða stemninginum.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Lovsangin, hann er nakað serligt í Kelduni.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri við til at gera kaffi sunnudagar, at vaska, og so eru Karl Magni og eg eisini húsbólkaleiðarar.
Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?
At samkoman skal halda fram við at vaksa. At fólk leggjast til, og at vit síggja menniskju trívast.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Tað er ringt at siga. Spennandi at vita, hvat framtíðin hevur at bjóða.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Matt. 7, 12: Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum.
Haldi, at hetta er ein góð meginregla at liva eftir. Og versið eg fekk, tá eg varð konfirmerað, sum eg altíð havi havt við mær.
Jóh. 3, 17: Ikki sendi Gud Son Sín í heimin, fyri at Hann skal døma heimin, men fyri at heimurin skal verða frelstur við Honum.