Fyri at veksa, mást tú verða plantaður!
Sonja I. Jacobsen, 29.10.2019

Á einum túri í Ísrael fyri á leið 8 árum síðani, vitjaði eg ein lítlan handil í Nasaret, har ein kundi keypa sær ymsar minnislutir. Eg keypti mær eina lítla glaskrukku við sinnopskornum. Eg var glaður og hugsaði, at hetta mátti eg fara at planta heima í Føroyum. Eg kom heim, og krukkan endaði í skápinum. Tað gingu ár, og eg kom aldrin til at planta hesi korn. Eg hugsaði, at nú var ov seint, tí kornini nokk vóru “útgingin” og tískil ikki virkaðu.

Fyri áleið trimum vikum síðani var eg og vitjaði ein 6. flokk, har eg undirvísti um børn Ábrahams. Eg hevði tikið ymsar minnislutir við úr Ísrael, so børnini kundu síggja, lukta og merkja ymisk ting úr Ísrael. Eisini var glaskrukkan við sinnopskornum við, men á veg inn í skúlan, misti eg posan á vegin, og krukkan brotnaði. Eg bleiv sjálvandi skuffaður, men hugsaði, at næmingarnir kundu fáa hvør sítt korn, um tey vóru áhugað. Tey takkaðu jaliga og fóru beinanvegin at planta hetta. Eftir eina viku fekk eg eina mynd sendandi frá læraranum. Myndin vísti spírar, ið byrjaðu at veksa upp úr einum lítlum endurnýtslupotti. Hetta gleddi meg stórliga! Kornini virkaðu; tey máttu bara koma í rætta umhvørvið! So skjótt kornini komu í mold við vætu og fingu hita, fóru tey at veksa.

 


Soleiðis er eisini ofta við okkum menniskjum. Vit kunnu viðhvørt halda, at vit ikki kunnu brúkast til nakað serligt í ríki Guds, tí vit kenna okkum “útgingin”. Tú kanska hevur verið ólýðin í nógv ár og ikki gjørt vilja Guds, og nú heldur tú kanska, at tað er ov seint.

 

Tað er ikki ov seint! Tú mást bara koma í røttu umstøður og fáa røttu vætu og hita, so kemur tú at veksa, eins og hesi sinnopsfræ! Gud hevur eina serliga ætlan við tær og ynskir at brúka teg! Tú kanst koma at blóma í ríki Guds, um tú vilt lata teg planta!


Í Jóh. 15:4 síggja vit Jesus biðja okkum um at verða í Honum!

 

Verðið í Mær, so verði Eg í tykkum! Eins og greinin kann ikki bera ávøkst av sær sjálvari, men bert, táið hon verður verandi á víntrænum, so kunnu tit tað heldur ikki, uttan tit verða verandi í Mær. Jóh. 15:4

 

Lat teg planta í Jesusi í dag og síggj, hvussu tú kemur at blóma! Tú ert ikki “útgingin”!

Sí fleiri greinar