Navn:
Sigrun Bolstad
Aldur:
57 ár
Børn:
Tveir synir, Jan 31 ár, Rógvi 27 ár
Hvar býrt tú?
Saltangará
Hvar ert tú uppvaksin?
Í Sandvík
Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:
Barnaárini vóru trygg, góð og full av kærleika. Sandvík er lítil bygd, har øll kenna hvønn annan, og øll bygdin var okkara spælipláss.
Hvat gert tú til dagligt?
Eg arbeiði sum sjúkrarøktafrøðingur á demensdeildini á Eysturoyar ellis- og røktarheimi.
Hví valdi tú tað arbeiðið?
Mær dámar at arbeiða við menniskjum, vísa umsorgan og kunna gera ein mun í lívinum hjá tí einstaka. Sum barn droymdi eg um at gerast sjúkrarøktafrøðingur og at fara út í missión. Hettar er eisini eitt slag av missión. Tá ið eitt menniskja er komið hartil, at tað ikki altíð skilur tíni orð, kann tað tó altíð skilja/merkja títt hjarta og títt smíl, og vónandi merkja tey Jesu kærleika.
Hvat gert tú í frítíðini?
Í frítíðini dámar mær væl at lesa, og eg geri eisini okkurt hondarbeiði. Mær dámar eisini væl at vitja vinir og familju. Er nakað spennandi andaligt tiltak í Kelduni ella onkra aðrastaðnis, eri eg altíð klár.
Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?
Tað er ikki so lætt at svara uppá, men eg eri trúføst, havi lætt sinni og eri direkta.
Hví bleiv Keldan tín samkoma?
Sum nýfrelst gekk eg í Evangeliihúsinum í Havn, men tá eg flutti til Runavíkar, var Keldan tann samkoman, sum eg helt passaði mær best.
Hvat dámar tær best við Kelduni og hví?
Mær dámar serliga væl lovsongin. Tað er ein stór kraft í at lovsyngja og tilbiðja sín Harra og Frelsara, óansæð hvussu umstøðunar síggja út, tað er nemliga ikki bundið at kenslum, tað er eitt val. Lovsongur/tilbiðan er eisini eitt sterkt andaligt vápn. Vit síggja til dømis, at ísraelsfólk sendi lovsangarar fyrst í bardaga og vunnu. Og í nýggjatestamenti síggja vit til dømis, at tá Paulus og Silas sungu lovsong í fongslinum, fullu leinkjurnar av bæði teimun og øllum hinum fangunum.
Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni?
Eg eri húsbólkaleiðari. Eisini eri eg við í kaffitænastuni, og eg var eisini møtivertur í nøkur ár.
Hvørjar deymar hevur tú fyri samkomuna?
Mín dreymur fyri samkomuna er, at visjónin um, at Keldan skal vera ein andaligur miðdepil og eitt kraftsentur fyri allar Føroyar, skal ganga út.
Fyri at hettar skal blíva veruleiki, haldi eg ímillum annað, at vit hava brúk fyri at fáa tær fimm foldaðu tænastugávurnar at virka: ápostul, profetar, evangelistar, hirðar og lærarar - fyri at hini heilagu skuldu verða fullkomin til tænastunar, likami Kristusar gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging.
Ef. 4, 11: Og Hann gav okkum – nakrar til ápostlar, nakrar til profetar, nakrar til evangelistar, nakrar til hirðar og lærarar.
Og at vit øll útfrá einum inniligum samfelag við Jesus - hvør einstakur av okkum - verður eitt kraftsentur, sum kann náa út til okkara næsta.
Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?
Vónandi formidli eg Guðs ríki - bæði her í okkara landi og uttanfyri samkomuveggin og úti í heiminum.
Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?
Neh. 8, 10
Gleðin í Harranum er styrki tykkara!
Fil. 4, 6-7
Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk,
og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.