Hvør er Vinjard?
Sonja I. Jacobsen, 08.10.2019

Navn: Vinjard Johansen

 

Aldur: 45 ár

 

Hjúnafelagi og børn:

Eg eri giftur við Ann Mariu Johansen, og saman eiga vit tríggjar gentur, Mariu (15 ár), Sólju (12 ár) og Miriam (4 ár).

 

Hvar býrt tú?

Eg búgvi í Saltangará.

 

Hvar ert tú uppvaksin? 

Eg eri uppvaksin á Eiði.

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:

Sera trygg, góð og rík barnaár. Eg vaks upp í einum heimi, har foreldrini løgdu dent á at læra okkum tey kristnu virðini. Hetta eri eg sera takksamur fyri, tað hevur verið gott viðføri í lívinum.

 

Hvat gert tú til dagligt?

Eg arbeiði sum søluleiðari á eini bilasølu.

 

Hví valdi tú tað arbeiðið? 

Mær hevur altíð dámt væl at arbeitt við sølu, leiðslu og marknaðarføring, og tí havi eg nomið mær útbúgving innan økið. Eg havi arbeitt í vinnuni í eini 22 ár, og eg stórtrívist.

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Eg brúki nógva tíð á fótbóltsvøllinum sum venjari. Eg eri eisini við til at fyriskipa ymiskar konsertir umframt árligu mansleguna í Kelduni, og eg eri partur av húsbólkatænastuni. Annars dámar mær sera væl at arbeiða úti í garðinum og sum heild at vera virkin. Men alt hetta hevði ikki borið til, um eg ikki hevði eina so ótrúliga tolna konu, sum eg elski av øllum mínum hjarta. 

 

Hvussu vil tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Tað er altíð ringt at seta orð á, men eg hugsi, at eg eri málrættaður, sosialur, álítandi og arbeiðssamur.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?  

Orsøkin er nokk, tí at míni foreldur hava verið partur av hesi samkomuni heilt frá byrjanini. Heilt afturi í tíðini við húsbólkamøtum runt bygdir, í tjaldinum á Gøtueiði, í lítlu Keldu í Skálafirði og nú í nýggja flotta bygninginum, sum samkoman virkar í í dag. Eg vil siga, at tað er eitt vælsignilsi at hava verið partur av hesi samkomu heilt frá barnaárum av og til nú. Eisini er tað stórt at kunna leiða síni egnu børn inn í somu samkomu og í tann góða frískúlan, sum samkoman hevur sett á stovn. Hetta er okkara andaliga heim.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni og hví? 

Keldan er ein livandi samkoma - eitt heim, har systkin í Harranum møtast og hava tað gott saman. Ein livandi samkoma, sum er lívgevandi og fevnir um alla familjuna. Mær dámar sera væl samkomuna, men tað er ringt at siga, hvat er best. Skal okkurt tó nevnast, dámar mær sera væl lovsangin og mátan, samkoman arbeiðir, har øll hava møguleika at vera ein virkin partur av samkomuni. 

 

Ert tú við í nakrari tænastu í Kelduni? 

Eg eri við í tænastuni at skipa konsertir og at skipa manslegur í Kelduni. Eisini eri eg partur av húsbólkatænastuni.

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna? 

At fleiri skulu leggjast til okkara andaliga heim, og at Keldan skal ganga undan við at gróðurseta andaligu virðini í Føroya fólk. Eg ynski eisini, at vit sum tjóð kunnu vera stolt av at tæna Gudi.

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár? 

Tað er ikki lætt at vita, hvar man er um 10 ár, men vónandi eri eg ein virkin partur av einari fyritøku, sum kann sáa nógv inn í Guds ríki. 

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Mar. 16, 15:

Og hann segði við teir: “Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum

 

Matt. 28, 19:

Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærusveinar mínar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.  

 

Tað, hesi vers siga, er ikki altíð so lætt, men eg biði eftir, at hetta skal vera okkara mál fyri hvønn dag, har vit eru og virka í dagligdegnum. 

Sí fleiri greinar