Manslega í november
Sonja I. Jacobsen, 09.10.2019

Í vikuskiftinum 15. - 17. november verður skipað fyri legu fyri mennirnar – menn í øllum aldri.

 

Sum altíð verður borðreitt við mati til anda, sál og likam. Og tú, sum ert smábarnapápi......umframt alt hetta fært tú eisini eitt vikuskifti uttan blæðuskifti.

 

Endamálið við leguni er at geva manninum eitt vikuskifti við góðari undirvísing í Guds orði og góðan uppbyggjandi felagsskap.

 

Millum annað kemur Preben Hansen at tala, og eisini fara vit at hoyra fleiri persónligar vitnisburðar. Og ikki at gloyma, so verður borðreitt við góðum mati alt vikuskiftið. Millum annað við turrari grind og spiki...

 

Kom og ver við at ríka okkum aðrar við tínari luttøku.

 

Tú kanst melda teg til leguna á keldan.fo. Prísurin er kr. 400 fyri hvønn, og  áldursmarkið fyri leguna er 18 ár.

 

Melda til HER

Sí fleiri greinar