Tí góður er Harrin. Miskunn Hans varir í ævir, trúfesti Hans ætt eftir ætt. Sálm 100, 5
Er tað nakað, sum er sikkurt her í lívinum, so er tað, at Harrin er trúfastur. Tá ið eg var 15 ára gomul, valdi eg at fylgjast við Jesusi. Eg hevði verið á møti í heimbygdini og var ordiliga sterkt kallað, men eg tordi ikki at fara fram til forbøn. Tá ið eg so kom heim, spurdu míni foreldur, um eg vildi blíva frelst; tey sóu á mær, at eg var sterkt kallað. Eg segði ja, og vit bóðu frelsubønina í stovuni hjá okkum – sum eg var glað.
Lívið gekk víðari, eg lærdi og las, at eg skuldi leggja mítt lív og mína framtíð í Guðs hond.
Harrin er hirði mín; mær fattast einki. Hann letur meg liggja á grønum eingjum, leiðir meg at hvíldarvøtnum; Hann lívgar sál mína, Hann leiðir meg eftir røttum leiðum - fyri navns Síns skuld. Sálm 23, 1-3
Tá ið eg var 18 ára gomul, møtti eg Rasmusi. Vit giftust 2 ár seinni, og tá ið vit høvdu verið saman í hálvt ár, væntaðu vit okkum fyrsta barnið. Mitt í øllum hesum góða lívinum, hendi tað, at Rasmus fekk ein ógvusligan elektriskan stoyt í sínum arbeiði, har hann kom undir eina háspenningslinju og fekk stóran skaða. Boðini eg fekk frá læknumum vóru, at eg átti at mist mín elskaða Rasmus, men … Harrin er trúfastur. Rasmus yvirlivdi.
Tá ið vit so væntaðu okkara næsta barn, segði mamma mín nakað, hon ikki vildi fortelja mær áðrenn. Tað var, at tá ið ein maður fær ein so kraftigan stoyt, hendir tað vanliga, at man ikki kann fáa fleiri børn, men… aftur har var Harrin trúfastur. Í dag eru vit vælsignaði við 7 børnum.
Mangar eru vanlukku hins rættvísa, men Harrin bjargar honum úr teimum øllum Sálm. 34, 20
Síðani kom ein sera hørð avbjóðing í okkara heim, sum vardi í langa tíð. Tá var vegurin sera tungur at koma í Guðs hús - at koma til Orðið. Men har vil eg uppmuntra teg, sum kanska ert í somu støðu, sum eg var í - at taka avgerð um, at líkamikið HVAT, so vilt tú halda teg til at koma til Guðs Orð. Tí bara at vera har, hoyra lovsangin og Guðs Orð, er balsam fyri sál og sinn – ein yvirnatúrlig styrki til gerandisdagin.
Til tín, sum upplivir tað strævið:
Eg orki alt í Honum, sum ger meg sterkan. Filp 4, 13
Alt, sum tit gera í orði og verki – gerið tað alt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum! Kol 3, 17
Tíbetur vendi lívið aftur til tað góða, og nú kann eg bara hyggja aftur á og ásanna, at Harrin hevur verið trúfastur og ”kletturin í mínum lívi”.
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg.
Tú borðreiðir fyri mær, beint fyri eygum fígginda mína; Tú salvar høvd mítt við olju; tað rennur út av steypi mínum.
Einki uttan gott og náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi HARRANS allar ævir. Sálm 23, 4-6
Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. Filp. 4, 6-7
Les hesi versini seint og ofta, hugsa um tey, og lat tey søkka niður í títt hjarta, tí tað vil geva tær styrki og troyst.
Skrivað hevur Anna Frederiksberg