Saman við Gudi
Sonja I. Jacobsen, 17.09.2019

Er Gud við okkum - hvør kann tá vera ímóti okkum! Róm. 8, 31.

 

Alt eri eg ment/ur í Honum, sum ger meg sterka/n. Fil. 4, 13. 

 

Hetta er mítt motto. Tá ið eg fari upp um morgunin, er mín bøn mín fyri hvønn dag: "Takk Jesus fyri enn ein nýggjan dag. Hjálp mær at vera eitt ljós fyri Teg. Varða mín munn, so tað, ið eg sigi, ikki eggjar til vreiði hjá teimum, eg eri saman við, men til signing."

 

Tá ið vit soleiðis leggja dagin í Harrans hendur og ikki seta ljósið undir skeppuna, blívur alt lættari.

 

Vit mugu lata okkum í herklæði Guds hvønn dag, so vit kunnu standa ímóti álopum djevulsins. Ef. 6, 11.

 

Latið okkum altíð gleðast í Harranum og vera ljós.

 

Skrivað hevur Dinna N. Jacobsen

 

Sí fleiri greinar