Vel tíni orð
Hugsa um, hvat tú sigur
Minst til, tú taka tey aftur ei kann
Nógv verður sagt, ofta betur man tigur
Mangan við orðum særa tú kanst!
Hettar er ein sera sigandi sangur, sum Fríðbjørg Jensen hevur skrivað.
Hvussu tosar tú í tí dagliga?
Tosar tú við fólk ella um fólk?
Hettar eru spurningar, sum eru verdur at hugsa um.
Tað vísir seg at vera skjótt at tosa um fólk heldur enn at tosa við viðkomandi.
Vel tíni orð
Tað er kanska onkur, sum heldur lítið um seg sjálvan; viðkomandi játtar eisini negativt um seg sjálvan.
Um hettar er støðan, so er umráðandi at venda støðuni og velja orð, sum eru uppbyggjandi og uppmuntrandi um seg sjálvan.
Latið okkum aldri gloyma, at vit eru virðismikil í Guds eygum.
Tað stendur jú í Guds orði, hvussu nógv Gud elskar okkum, og at Hann gav Sín egna Son fyri okkum (Jóh. 3, 16).
Jákupsbrævið kapittul 3 tosar um tunguna, hvussu hon kann særa og oyðileggja, men eisini um hvussu hon kann vera til signing og uppbyggjan.
Vit kunnu øll velja, hvussu vit tosa í tí dagliga!
Latið okkum tí dagliga velja at vera viðkomandi og góð við hvønn annan og tosa við hvønn annan heldur enn um hvønn annan.
Skrivað hevur Jónhard Frederiksberg