Hevur tú brúk fyri hjálp?
Sonja I. Jacobsen, 19.08.2019

Hevur tú brúk fyri onkrum, sum kann hjálpa tær? Jesus vil og kann hjálpa.

 

- um Jesus úr Nazaret, hvussu Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á - tí Gud var við Honum. (Áp. 10, 38)

Jesus lat eygu upp, so blind sóu, deyv hoyrdu, og lamin gingu. Hann rak illar andar út úr menniskjum og reisti deyð upp. Hann gjørdi vatn til vín, gekk á vatninum, mettaði 5000 menn pluss kvinnur og børn - fyri at nevna eitt sindur úr rúgvuni, sum Hann gjørdi.

Eg hoyrdi ein mann siga nú ein dagin: Um tú hevur trupulleikar við at trúgva, at Jesus gekk á vatninum, so skalt tú hyggja langt longur fram í Bíbliuna.
1. Mós 1, 1 byrjar við, at í upphavi skapti Gud himmal og jørð. Um tú trýrt tí, so er tað ikki trupult at trúgva, at Hann gekk á vatninum ella gjørdi alt tað, sum Hann gjørdi.

Hevur tú avbjóðingar í tínum lívi, so sigur Jesus: Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu. Matt. 11, 28

Hann hevur umsorgan fyri okkum. Hann sigur: Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær!

Jesus er tann sami í gjár, í dag og til ævigar tíðir. Hann gjørdi undur, og Hann ger undur.
Hann er størri enn okkara umstøður, og Hann kann gera langt út um tað, sum vit klára at hugsa og skilja!


Tora vit at koma til Jesus og lata Hann gera tingini upp á Sín máta?

 

Skrivað hevur Liljan Jacobsen

Sí fleiri greinar