Es. 41:10
- Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar!
Man plagar at siga, at lívið er ikki bara sum ein dansur á rósum. Her hugsi eg um, at tað er so nógv, sum ein kann møta her í lívinum, sum kann gera vegin tokutan. Onkuntíð er tað so nógv toka í okkara andaliga lívi, at tað er ringt at síggja, hvar vit eru her í lívinum. So um vit ikki venda okkara eygu á Jesus, er skjótt at missa seg sjálvan vekk í øllum heimsins resi og spurningum.
Tað er so ymiskt, hvat vit kunnu møta her í lívinum, og nógv av okkum uppliva stórar brotasjógvar, sum vit ikki altíð skilja. Tað kann verða misálit á menniskju, sorg av at missa onkran kæran, sjúka, keðiligar umstøður í familjuni – dømi kunnu vera hjúnarskilnaður, at hava tað hart fíggjarliga, og bara lívið sum heild kann vera hart viðhvørt.
Tað er so nógv, sum kann órógva okkara lív sum trúgvandi, um vit ikki halda fast í lyftunum, sum Harrin hevur givið okkum.
Eg kann bara vitna frá mínum egna lívi, har eg fyri ikki so langari tíð síðani gekk ígjøgnum eina sera tunga tíð, har eg upplivdi sorg og skuffilsi. Tað var øgiliga hart, og eg føldi tað, sum alt tað grundleggjandi í mínum lívi, ið eg hevði fingið lagt í meg frá barnsbeini av, og sum á ein ella annan hátt hevur verið við til at mynda meg, bleiv skrætt undan mær. Og man stóð spyrjandi, hví hendir hettar? Hvat skal eg nú gera?
Tað, sum hjálpti mær gjøgnum hesa tíð, var at minna meg á, at Guð er altíð við mær.
Róm. 8:31
Hvat skulu vit nú siga um hetta? Er Gud við okkum - hvør kann tá vera ímóti okkum!
1. Kor. 16:13
Vakið, standið fastir í trúnni, verið menn, verið sterkir!
Umstøðurnar vóru ikki góðar tá, og eg føldi meg máttleysan og veikan, sum
um at eg hevði tapt dystin. Men eg mátti vera sterkur og standa fastur í trúnni, so eg helt fast um Harran og Hansara lyftir líkamikið hvat. Nú, tá ið eg hyggi aftur á hesa tíðina, hevur Harrin víst mær, at Hann var við mær allan vegin, og tá eg ikki orkaði meir, bar Hann meg og vardi meg frá øllum gløðandi pílum, sum hin óndi royndi at senda eftir mær fyri at fáa meg at missa trúnna.
Tað eru ikki umstøðurnar, sum skulu mynda okkara lív, men Kristus sum býr í okkum. Í Honum eru vit ment at koma ígjøgnum allar umstøður. Hann lyftir okkum ikki upp um umstøðurnar, men Hann er við okkum ígjøgnum tær, soleiðis at vit kunnu blíva sterkari í Honum og síggja, at líkamikið hvat vit møta her í lívinum, so er Hann við okkum. Hann er mentur at sløkkja allar gløðandi pílar.
Um vit vita, at Harrin altíð er við okkkum, er tað lættari hjá okkum ikki at blíva ávirkaði av umstøðunum, tí at vit vita, at vit eru meir enn sigrandi í Honum.
Um vit halda fast við Hansara lyftir, so er Hann trúfastur og hjálpir okkum ígjøgnum allar stormar, og eru vit sterkari í Honum, tá ið stormurin er av. Tað kann standa sum ein stórur vitnisburður til onnur, um hvussu stórur og góður Gud er.
2. Kor. 2:14
Men Gudi veri tøkk, sum í Kristusi altíð leiðir okkum fram til sigur og á hvørjum staði letur góða anga kunnskapar Síns opinberast við okkum!
Um tú fert gjøgnum eina tunga tíð í tínum lívi, so vóni eg, at hettar kann vera ein uppmuntran til tín og kann hjálpa tær á vegnum. Minst til, at líkamikið hvat tú fert ígjøgnum, so er Harrin altíð við tær. Halt fast við Hann og Hansara lyftir, so skalt tú vera meir enn sigrandi.
Róm. 8: 37-39:
Nei, í øllum hesum meir enn sigra vit við Honum, ið elskaði okkum. Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.
Skrivað hevur Karstin Justesen