Jesu tænasta og hjartalag!
Sonja I. Jacobsen, 08.07.2019

Seinastu tíðina havi eg, meira enn áður, verið hugtikin av, hvussu Jesus var sum menniskja. Her hugsi eg, hvussu Hann tænti og hevði áhuga fyri Sínum næsta.

 

Pætur lýsir Jesu tænastu í Ápostlasøguni 10, 38:
- um Jesus úr Nazaret, hvussu Gud salvaði Hann við Heilaga Andanum og kraft, Hann, sum gekk um og gjørdi væl og grøddi øll, ið Djevulin hevði fingið vald á - tí Gud var við Honum.

 

Eisini lesa vit um Jesu hjartalag í Matt. 14, 14:
Táið Hann kom á land, sá Hann tí nógv fólk har; og Honum tykti hjartaliga synd í teimum, og Hann grøddi tey av teimum, sum sjúk vóru.

 

Jesus legði í tey. Hann vildi, at tað skuldi gangast væl hjá teimum, Hann vísti samkenslu og hevði eitt ynski um at gera tað betri. Lat hetta vera eina uppmuntran til okkum øll, at vit avspegla Jesu tænastu og hjartalag í tí dagliga. Sjálv føli eg altíð, at eg kundi gjørt nógv meira, men vit kunnu eisini gera mun í tí smáa.

 

Í Kol. 3, 16 lesa vit:
Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum tykkara fyri Gudi!

 

Tað er serliga fyrra helvt av versinum, sum kemur til mín. Eg ynski, at mítt heim gevur rúm fyri Jesusi í øllum umstøðum. At Jesus er okkara besti vinur og verður tann, sum vit heita á. At Hann er tann, sum gevur mær vísdóm til uppala míni børn á besta, hátt og hjálpir mær at læra mínar synir tey góðu virðini, sum eg og maðurin vilja leggja í teir. Eins og Jesus, at vera hjálpsamur og at hava áhuga fyri Sínum næsta.

 

Tað er nógv, sum vit kunnu gera í tí dagliga, sum kann gleða og lætta um dagin hjá onkrum øðrum. Eitt smíl ella geva eina hjálpandi hond ella okkurt heilt annað. Hetta er kanska nakað, sum eg havi fingið lagt í meg, sum smágenta. Ikki tí at foreldur míni hava sagt, at soleiðis eigur tað at vera, men eg havi sæð, hvussu tey hava tænt og hjálpt menniskjum, alt tað eg minnist, og hvussu tað hevur borið frukt.

 

Eg vil enda við hesum versunum:

Róm. 12, 10-11: Verið í bróðurkærleikanum hjartaliga eymir hvør við annan! Kappist um at vísa hvør øðrum heiður! Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum - tænið Harranum!

 

Hebr. 10, 24 sigur:
Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum.

 

Latið okkum áhaldandi koma til Jesus, inntaka orðið og lata orðið búgva ríkliga ímillum okkum. So kann Hann umbroyta okkum og gera okkum meiri lík Honum.

 

Skrivað hevur Lydia Andrea Frederiksberg

Sí fleiri greinar