Reis teg upp
Sonja I. Jacobsen, 25.06.2019

Tá ið eg práti við fólk, dámar mær at hoyra teirra meiningar um ymiskt, og eg finni ofta út av, at tær eru heilt aðrar enn mínar. Tað er áhugavert og hugtakandi at lýða á, tó at eg ikki altíð eri samdur við teimum. Hetta er ein partur av lívinum – at onnur eru og hugsa øðrvísi enn eg. Gott at vit øll ikki eru líka! Eg eri ikki prátingarsamur av lyndi, so tá eg ikki verði spurdur um mína meining, haldi eg hana fyri meg sjálvan ella haldi ikki, at tað er neyðugt at siga mítt.

 

Tað er oftast tað sama, tá tað kemur til andaligu meiningarnar og lívsvirðini. Tað er ikki eg sum rópi harðast, um hvat eg haldi og meini. Tó trúgvi eg, at tað er týdningarmikið og neyðugt, at vit gera okkara meining og lívsvirðir galdandi, við tí rákinum vit hava í samfelagnum í dag.

 

Í seinastuni hevur tað verið nógv frammi í samkomuni um hetta evnið: hoyrast vit kristnu í samfelagnum! Hetta bæði á páskastevnuni og í fyrilestrinum hjá Høgna Jóhannesen fyrr í mánaðinum. Og tí hevur hetta nokk verið nógv í tonkunum síðstu tíðina: Eg eigi at tora at standa upp fyri sannleikan ella geva eitt mótspæl til sekulariseringina! Mín meining, sambart Guds orði, er líka týdningarmikil sum hjá teimum, ið standa inn fyri ómorali, ólevnaði, drykkjuskapi, ringum siðum, baktali o.s.fr. Tað er ikki bara teirra meining, sum skal hoyrast. Nei, vit eiga at hava eina meining og hava svar upp á nógvar trupulleikar í samfelagnum í dag. 

 

Jesus sigur hesi álvarsomu orð í Lukas 9, 26:

Tann, ið skammast við Meg og orð Míni, skal Menniskjasonurin skammast við, táið Hann kemur í dýrd Síni og Faðirsins og hinna heiløgu eingla.

 

Hvussu við tær? Ert tú smæðin og fámælt/ur, ella følir tú, sum tínar meiningar ikki hava so stóran týdning, ella tað ikki er neyðugt at lata onnur hoyra tína meining? 

 

Ella hevur tú tað kanska als ikki sum eg og onnur við mær. Tú ert von/vanur við at standa fram og varskógva, tá ting ikki eru røtt, sámulig ella andaliga farin av sporinum. Tað gleðist eg um, halt á við hesum. Dirvi hevur stóra løn! 

Latið okkum reisa okkum upp hvør í sær, tí saman útinna vit nógv.

 

Tað eru nógv ruddingarátøk nú á døgum. Og tað sigur seg sjálvt, at um ein gjørdi alt arbeiðið einsamallur, var tað ongantíð liðugt og hevði ikki gjørt stóran mum. Men tá ið nógv fólk gera eitt sindur, ger tað stóran mun. Vit eru øll ymisk, men tá tað kemur til andalig virðir, eiga vit ikki at smæðast burtur, men standa upp fyri sannleikan og bíbilskar meginreglur. Latið okkum, sum fámælt eru, reisa okkum saman við øllum teimum, sum velja at tora at fáa okkara forfalna kristna samfelag upp aftur á beinini. Eg og tú – øll saman!

 

Skrivað hevur Trygvi Petersen

Sí fleiri greinar