Barnaløtur í summar
Sonja I. Jacobsen, 10.07.2019

Nú summarskráin byrjar, er sunnudagsskúlin farin í summarferiu. Vit ætla tó eins og í fjør at skipa fyri “barnaløtu” í summarskránni.

 

Til barnaløturnar kemur onkur at skipa okkurt lætt til børnini - tað kann til dømis vera okkurt okkurt kreativt, fara út at spæla, grilla, vísa teknifilm, spæla borðspøl ella siga eina søgu.

 

Summarskráin er frá 30/06 - 18/8 (nevndu dagar íroknaðir). Onkrir sunnudagar eru, ið mangla onkran at skipa barnaløtuna. 

 

Um tú ynskir at skipa ein dag ella vilt hjálpa til, kanst tú seta set í samband við Alice Frederiksberg (tlf. 548337).

Sí fleiri greinar