Hvør er Hallur Poulsen?
Sonja I. Jacobsen, 19.06.2019

Navn:

Hallur Poulsen


Aldur:

44 ár


Hjúnafelagi og børn:

Eg eri giftur við Judith Poulsen, saman eiga vit Gabriel. Eg eigi eisini tvey eldri børn, sum eita Benjamin og Mia.


Hvar býrt tú?

Í Norðragøtu


Hvar ert tú uppvaksin?

Eg eri uppvaksin í Norðagøtu

 

Hvussu vilt tú við fáum orðum lýsa tíni barnaár:

Eg hevði eina sjúka mammu, men hóast tað, so hevur hon altíð verið har. Ein góð, trúgvandi mamma. Tá hon var illa fyri, traðkaðu pápi og ommur meiri til. Men vit hava havt tað trygt.

 

Hvat gert tú til dagligt?

Eg eigi og reki eitt bilverkstað.

 

Hví valdi tú tað arbeiðið?

Eg arbeiddi í 13 ár í handli, men eg hevði brúk fyri at royna nakað annað, og tá uppstóð møguleikin at reka bilverkstaðið. Eg tók av og havi verið glaður fyri tað.

 

Hvat gert tú í frítíðini?

Eg njóti at hava frí. Tá brúki eg tíð saman við familjuni. Eisini dámar mær væl at hyggja eftir fótbólti.

 

Hvussu vilt tú lýsa teg sjálvan við fáum orðum?

Eg eri positivur, hjálpsamur, arbeiðssamur og pligtuppfyllandi. Børnini hava nógv at týða fyri meg.

 

Hví bleiv Keldan tín samkoma?

Sum ungur var eg altíð av og á í Kelduni saman við Jógvani Heinesen. Nú havi eg fingið eina konu, sum er enksttalandi og í Kelduni verður umsett til enkst. Tað ger tað lættari hjá henni fylgja við og kenna seg sum ein part av tí heila. Keldan er eisini ein samkoma, sum minnur um tað, Judith er von við. Sjálvur kenni eg, at eg varð væl møttur og kendi meg beinanvegin sum ein partur av samkomuni.

 

Hvat dámar tær best við Kelduni?

Mær dámar væl lovsongin. Samkoman er deiliga fjølbroytt. Tað eru nógv ymisk sum tala, og tað verður skipað fyri nógvum tiltøkum. Konsertir leygarkvøld, syngja jólini inn o.s.fr., tað dámar mær væl.

 

Ert tú við í nakrari tænastu í kelduni?

Eg eri ikki fast við í nakrari tænastu enn. Men Bjørgfinnur er ein, ið eg havi álit á, og onkuntíð tá hann biður meg um at gera okkurt, so traðki eg til. Eg eri meiri praktiskt álagdur og afturhaldin av natúr, so eg føli meg spakuliga fram. Annars fylla børnini og arbeiði nógv, so tíðarmessiga er tað ikki so nógv til yvirs.

 

Hvørjar dreymar hevur tú fyri samkomuna?

Halda áfram við tí góða arbeiði, Keldan ger. Pauli gevur ein ótrúligan tryggleika, og Búgvi er sera ektaður. Bjørgfinnur er fantastiskur í tí, hann ger. Eg føli ein kærleika, og eg haldi, at tað er tað, sum skal halda áfram.

 

Um lív og heilsa verður, hvar ert tú so um 10 ár?

Eg verið her á leið.

 

Hevur tú eitt vers ella eina frásøgn úr Bíbliuni, ið hevur sagt tær serliga nógv?

Eitt vers, sum vit fingu prentað inn í okkum sum børn, og sum týðir nógv fyri meg, er Jóh 3,16. Eitt annað vers er Luk. 6,31: Sum tit vilja, at menniskju skulu gera móti tykkum, so skulu eisini tit gera móti teimum. Tað er eitt orð, sum eg royni at liva eftir, hóast eg onkuntíð traðki við síðuna av.

Sí fleiri greinar