Vitjan av Rune Borgsø
Kodio, 12.07.2019

3. - 9. september fær Keldan vitjan av Rune Borgsø úr Noregi. Rune er evangelistur, prædikumaður og starvast til dagligt á missiónsdeildini hjá Livets Ord í Uppsala.

 

Rune undirvísir á bíbliuskúlum hjá Livets Ord kring heimin um Heilaga Andan og Heilaga Andans gávur. Júst lívið í Heilaga Andanum er nakað, ið eyðkennir tænastuna hjá Rune. Livets Ord upplivdi eina sterka Andans úthelling fyri einum ári síðani, og Rune var ein av lyklapersónunum, sum Gud nýtti til at forloysa hesa úthellingina, tá Heilagi Andin fall; fyrst yvir bíbliuskúlan og síðani samkomuna. Hetta hendi eftir eitt kunnskaparorð, sum Rune fekk í einum av undirvísingartímunum á bíbliuskúlanum.

 

Hann er ein persónur, ið veruliga veit, hvat tað merkir at ”flóta” í Andanum, og tí verður tað sera áhugavert at fáa hann í Kelduna at hava eitt bíbliuskeið yvir 3. dagar um lívið í Andanum og Andans gávum og at hoyra hann prædika til vikuskiftismøtini í 7. - 8. september.

 

Skráin fyri dagarnar:

  • Týsdagin 3. sept. kl. 18-21 Bíbliuskeið (byrjað verður við døgurða kl. 18)
  • Mikudagin 4. sept. kl. 18-21 Bíbliuskeið (byrjað verður við døgurða kl. 18)
  • Leygardagin 7. sept. kl. 16-19 Bíbliuskeið (endað verður við døgurða kl. 19)

Obs! Døgurði verður bert gjørdur til tey, ið frammanundan hava tilmeldað seg.

 

 

Umframt hetta verður hann við í vanligu møtunum í samkomuni:

  • Leygardagin 7. sept. kl. 20 Ungdómsmøti
  • Sunnudagin 8. sept. kl. 11 Morgunmøti
  • Sunnudagin 8. sept. kl. 18 Møti
Sí fleiri greinar