Vrakið ikki leiðbeining Mína!
Sonja I. Jacobsen, 10.06.2019

Yvirskriftin í Orðtøkum Sálomons kap. 4 er: “Vinn tær vísdóm og synda ikki”. 

 

Fyri eini tíð síðan gjørdi eg mær ein samandrátt av tí, sum líkasum stóð eftir í mínum huga, eftir at eg hevði lisið henda kapittulin. Og faktiskt rammaði eg mær henda samandráttin inn og setti mær “myndina” soleiðis, at eg síggi og verðið mint á hesi orð dagliga. Fyri meg er hetta ein góð áminning. Ynski at luta henda samandrátt við teg:

 

Gevið orðum Mínum gætur og vrakið ikki leiðbeining Mína.

Goym orð Míni í hjarta tínum og varðveit boð Míni.

Gloym tey ikki og vík ikki frá teimum.

Vinn tær vísdóm frá Guði og havna Honum ikki, tí Hann varðar teg.

Børn míni, lýðið á og takið við orðum Mínum. Tá munnu æviár tykkara vera long.

Kom ikki á veg teirra gudleysu, men halt teg frá honum.

Eg vísi tær á vísdómsins veg og leiði teg á beinar gøtur.

Heldur tú teg á Mínum vegi, skalt tú ikki snáva, tí Eg eri við tær.

Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur.

Børn míni, gevið orðum Mínum gætur og varðveitið tey innast í hjarta tykkara. Tey eru heilsubót fyri alt likam tykkara.

Børn míni, haldið fast um áminningina, sleppið henni ikki, tí at hon er lív tykkara.

 

Tá ið eg lesi og grundi yvir henda kapittul, spyrji eg meg sjálva: “Hvussu gongur við at geva Guðs orði gætur?” Hvussu gongur hetta hjá mær, og hvussu gongur hetta hjá tær? Fær Guðs orð gætur hjá okkum? Taka vit leiðbeining Guðs til eftirtektar, ella hava vit hug at vraka hana og heldur gera okkara egnu leiðbeiningar?

 

Bókin “Eg skal venda lagnu tykkara” hjá Mariu Mørkøre (2010), hevur ein rannsakandi og álvarsligan boðskap. Rithøvundurin viðger tað humanistiska og ókristiliga rákið, sum er yvir samfelagi okkara og “sum” ávirkar samkomur okkara. M.a. verður skrivað á s. 31: “Vit liva í einum landi, har nógvar samkomur finnast, og nógv siga seg vera kristin. Men heilagleiki Guðs sæst ikki nógvastaðni. Vit sláa okkum til tols við at vera hálvhjartað í trúnni, og vitnisburðurin hjá samkomuni er dálkaður”. 

 

Og á s. 12: “Nógvastaðni liggur samkoman í vanrøkt, og hetta gevur seg til kennar í samfelagnum. Vit, sum eiga at vera salt, sum mótarbeiðir roti, megna tað ikki, og vit, sum eiga at vera ljós, sum lýsir upp leiðina, eru sjálv farin í myrkrið at liva”.

 

Samkoman er EG og TÚ. Hvussu gongur hjá okkum við at vera ljós og salt? Lýsa vit upp, har vit eru, ella hava vit sett ljósið undir skeppuna? Hvar gongur tín leið? Hvar vinnur tú tær vísdóm frá? Hvør og hvat er tín andaliga kelda? Hvat letur tú teg ávirka av? Eru okkara val og gerðir tikin út frá Guðs fyriskipanum og vegleiðing, ella velja og handla vit bara eftir tí, sum passar okkum best í løtuni? 

 

Orðt. kap. 4, vers 20: “Sonur mín, gev orðum Mínum gætur, vend oyra tínum til talu Mína. (vers 21) Lat tey ei víkja frá eygum tínum, varðveit tey innast í hjarta tínum. (vers 23) ......varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp”.

Halt fast um áminningina, slepp henni ikki, varðveit hana, tí at hon er lív títt (Orðt. kap. 4, vers 13).

 

Skrivað hevur Arnleyg Petersen

Sí fleiri greinar