Sáml. 119, 105: Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni.
Eg hoyrdi einaferð eina konu greiða frá, at hon hevði krabba og var til viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Hon lá einsamøll á sjúkrastovuni, hon var tung í huga og stríddist við at halda vónini uppi um at blíva frísk. Hon var trúgvandi og hevði biðið og fylt seg við Guds Orði, men hon hevði ikki orku at biðja og lesa beint tá. Tað var ein morgun, hon sat á seingjarstokkinum og hugdi út gjøgnum vindeygað, og ein spurvur kom og setti seg beint uttan fyri vindeygað. Tá kom tað fram fyri hana um Guds umsorgan fyri spurvinum.
Mat. 10, 29: Verða ikki tveir spurvar seldir fyri ein skilling? Og ikki ein teirra fellur til jarðar uttan vilja faðirs tykkara.
Tað var gjøgnum spurvin, at Gud minti hana á Hansara umsorgan fyri henni. Ein fullkomin friður kom yvir hana, og hon kundi hvíla í tí, at uttan mun til um hon koma at gerast frísk aftur ella ikki, var hon í Hansara hondum, og hon segði: “Hevði eg ikki kent Orðið, hevði spurvurin ikki sagt mær nakað.”
Eg havi sjálv upplivað støður, sum hava verið sera truplar, har eg ikki hava havt Orðið við hondina, men eg havi biðið Jesus um at hjálpa mær, og tá havi eg upplivað, at skriftstøð, sum tala inn í støðuna, eru komin til mín.
Tað er so týdningarmikið, at vit kenna Orðið. Gud vísir okkum Sín kærleika og Sína umsorgan á ymiskan hátt, m.a. gjøgnum náttúruna, onnur menniskju og Orðið.
Eg plagi at siga, at bønarsvar detta ikki niður av himli, Gud hevur brúk fyri menniskjum, sum eru lýðin og villug at vera Hansara sendiboð, eisini til at bera ella at vera bønarsvar. Eg trúgvi, at vit mangan missa tað, sum Gud hevur ætlað at brúka okkum til ella vísa okkum, av tí at vit ikki eru greið yvir, at Hann talar til okkum.
Matt. 4, 4: Men hann svaraði og segði: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guðs munni.»
Eins og maturin er alneyðugur fyri likamið, er Orðið alneyðugt fyri sálina. Latið okkum eta okkum mett av Guds Orði hvønn dag.
2. Tim. 3, 16-17: Men tú, verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um, við tað at tú veitst, av hvørjum tú hevur lært tað, og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus. Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, fyri at Guðs-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk.
Skrivað hevur Eydna V. Jacobsen