Samkomulegan 2019
Kodio, 14.05.2019

Góða samkoma,

 

- langommur, langabbar, ommur, abbar, mammur, pápar, hjún, støk, ungdómar, børn, gentur, dreingir, ung sum eldri! Aftur í ár fara vit at hava eina samkomulegu.

 

Heitið fyri leguna í ár er: Samkoman, eitt likam - nógvir limir.

 

Legan verður á hvítusunnu, vikuskiftið 7.-9. juni. Til samkomuleguna í fjør vóru uml. 270 luttakarar, og vónandi verður undirtøkan minst líka góð í ár.

 

Legan byrjar fríggjakvøldið 7. juni kl. 18.00, og hon endar við døgurða aftan á møtið sunnumorgunin 9. juni.

 

Tú kanst tilmelda teg/tykkum við at trýsta á leinkjuna og fylgja leiðbeiningunum.

 

Tilmelding til samkomuleguna

 

Prísir

 

0-4 ár   - ókeypis

5-13 ár - 100 kr.

14 +     -  200 kr.

 

Seinasta freist at tekna seg til leguna er týsdagin 28. mai.

Sí fleiri greinar