X við Guð
Sonja I. Jacobsen, 14.05.2019

Herfyri koyrdi eg bil og hoyrdi tos í útvarpinum um fólkatingsvalið, ið er fyri framman. Eisini eru miðlarnir fyltir við greinum og upplýsingum um valið, so tað slepst ikki undan at hoyra eitt sindur um tað. Eg byrjaði at hugsa, hvønn eg skuldi velja, um eg skuldi velja, og hví eg skuldi velja. Tankarnir fluttu seg frá einum svari til annað, og mitt í tí heila sat eg og hugsaði um tey øll tey mongu valini, vit taka gjøgnum dagin. Eg kom tá eisini í tankar um ein film, sum eg hevði hoyrt um. Hetta var eitt nýtt slag av filmi, sum steðgaði upp nakrar ferðir, tí hyggjarin kundi við sínari fjarstýring velja, hvat skuldi henda, og hevði hyggjarin tí sína ávirkan á, hvussu filmurin menti seg. 

 

Vit sleppa ikki undan valum í okkara gerandisdegi. Talan her er tó ikki um fólkatingsval ella smartar filmar, men um vanlig gerandisting, og onkursvegna skapast dagurin burtur úr hesum valunum, vit taka. Tí kann tað stutt og greitt sigast, at tekur tú góðar avgerðir, fært tú í flestu førum eitt gott úrslit. So er spurningurin, um vit, í okkara gerandisresi og gerandisvalum, velja at hava Guð við. 

 

Seinastu tíðina havi eg stríðst nógv við júst hetta. Ja, í grundini havi eg stríðst nógv í og við mær sjálvari; men eg veit í øllum førum, at hevði eg ikki havt Guð, ella hevði eg valt Hann frá, so hevði staðið nógv verri til. Stríðið hevði verðið alsamt strævnari, tí eg hevði stríðst einsamøll. Tá ið tað so veruliga gekk upp fyri mær, at tað ikki bara er Guð, sum skal velja meg, men eg eisini má velja Hann, byrjaði alt at klárna fyri mær. Eg eri vís í, at hetta var tí, at eg ikki longur stríddist sjálv, men hevði valt at loyva Guði framat. 

 

Sum trúgvandi, haldi eg, at man heilt víst kann lýta á Guð sum sítt trygdarnet, men er tað altíð so, at vit lýta á hetta trygdarnetið, tá ið tað gongur illa? Royna vit ikki ofta at taka alt í egnar hendur? Kanska vit biðja til Guð um hjálp, men vit royna kortini at fiksa tingini sjálv. Her havi eg hug at samanbera Guð við ein skrellimann; vit koyra skrelliposan út, so at skrellimaðurin kann taka hann og beina hann burtur. Tað gevur ikki nógva meining at fara út eftir skrellinum aftur – ella hvat? Er tað ikki eitt sindur soleiðis við okkara stúranum og bønum til Guð? Vit mugu velja at lýta á Hann, og tað er nógv størri og kanska enntá verri, enn man heldur. Men val eru ikki altíð løtt at taka, og soleiðis er tað. Í Bíbliuni finna vit nógv fólk, ið eru fyrimyndarlig á júst hesum økinum! T.d. Ábraham, tá ið hann valdi Guð fram um sín egna son. Nóa, tá ið hann valdi at lýta á Guð og byggja ta stóru ørkina, meðan mannamúgvan spottaði hann. Paulus, tá ið hann valdi at liva sítt lív fyri Jesus, hóast hann sikkurt lættliga kundi hugsa við sær sjálvum, at hann ikki var tað verdur. 

 

Vit mugu velja Guð í øllum avgerðum, vit taka. Vit mugu velja Guð, tá ið vit hava hug at velja okkara egnu kenslur. Vit mugu velja Guð, tá ið vit heldur hava hug at velja okkurt annað. Vit mugu velja Guð, tá ið vit vilja velja okkum sjálv. Hví? M.a. tí at Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. (Jóh. 12, 25)

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar