Sjónvarpsmøti í Kelduni
Sonja I. Jacobsen, 09.05.2019

Sunnudagin 5. mai var sjónvarpsmøti í Kelduni, sum varð sent í Kringvarpinum seinnapartin sama dag. Tað serliga við sjónvarpssíðuni hesaferð var, at tað vóru vit sjálv, sum tóku upp. 

 

Pauli talaði, og Búgvi leiddi møtið. Pauli talaði um synd og náði, og hann vísti hetta myndaliga við at hava vatn í íløtum, sum hann helti reyða vesku í. Alt vatnið bleiv tá reytt, og skuldi hetta vísa, hvussu syndin kemur og dálkar lívið hjá menniskjum. Men so helti hann eina aðra klára vesku í, sum gjørdi, at reyði liturin hvarv, og vatnið varð aftur klárt. Hetta skuldi vera mynd av, at Jesus tekur syndina burtur. Sum visuel myndatala riggaði hetta sera væl.

 

Nógv fólk vóru á møtinum, og lovsangurin var sera góður.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar