Steðga við at útseta – ger tað!
Sonja I. Jacobsen, 30.04.2019

Uppaftur ein annar segði: "Harri, eg skal fylgja Tær, men loyv mær fyrst at siga teimum farvæl har heima við hús!" – Luk. 9:61

 

Um tú oyðslar við pengum ella missir teir, er møguleiki hjá tær at vinna tað mista aftur. Men tað er ikki møguligt, um tú oyðslar ella missir tína tíð. Ein hin syrgiligasta søgan í Bíbliuni finst í hesum orðum: "Uppaftur ein annar segði: "Harri, eg skal fylgja Tær, men loyv mær fyrst at siga teimum farvæl har heima við hús!"" Men tað stendur ongastaðni, at hann fylgdi Jesusi.

 

At útseta ting og strembanin at røkka tað fullkomna, gongur hond í hond. Vit siga: ”Um eg ikki kann gera tað rætt, vil eg onki gera!” Men nei, áðrenn tú kanst gera alt heilt rætt, kemur tú at gera feilir. Í øllum søgum um eydnu og framgongd, finst ein kapittul um stríð, sum samstundis er um lærdóm og vøkstur.

 

Ein kanning bleiv gjørd á Yale Univeritetinum. Tey lesandi hoyrdu ein fyrilestur um vandarnar við stívkrampa og fingu møguleikan at fáa eina ókeypis koppseting á læknamiðstøðini í býnum. Meirilutin av næmingunum vóru sannførd um, at teimum tørvaði hesa koppseting, men git hvussu nógv handlaðu uppá hugskotið og blivu koppsett?

3 prosent!

 

Ein annar bólkur av lesandi hoyrdu sama fyrilestur, men tey fingu samstundis eitt kort, ið vísti greitt, hvar læknamiðstøðin í býnum lá. Síðani vóru tey biðin um at hyggja at skemanum fyri vikuna og finna eitt tíðspunkt, tá tað lá fyri hjá teimum at fara at koppseta seg. Og veitst tú hvat? Nýggju ferðir fleiri lesandi vórðu koppsett.

 

Góðar ætlanir eru ikki nokk. Man er sjálvur noyddur at ringja ella gera nakað. Tú ert tann, ið skal áseta tíðarfreistina ella gera avtaluna. ”Í dag” er tann ”í morgin”, sum tú tosaði um í gjár.

So steðga við at útseta – ger tað!

 

Týtt úr donskum. UCB ...et Ord til Dagen (16. desembur 2018)

 

Sí fleiri greinar