Jesus - okkara livandi vón!
Sonja I. Jacobsen, 22.04.2019

“Tá eg var ungur, vóru menniksju, ið bóðu fyri mær; at eg skuldi fáa eyguni upp fyri livandi vónini. Og fyri skjótt 30 árum síðani, opnaðust míni eygu!”, segði Pauli Høj á møtinum 2. páskamorgun.


“Tað mótsætta av livandi vón er deyð vón - vónloysi! Mong menniskju liva í vónloysi”, segði Pauli Høj, sum síðani vísti á lívssøguna hjá Sebastiani Stakset, ið eisini hevur vitjað um páskirnar. Sebastian livdi eitt hart lív. “Eg haldi ikki, at eg kenni nakran, ið hevur livað so langt úti, men Gud sá hann”. Sebastian fekk nýggja vón, livandi vón. Hann møtti Jesusi, og lív hansara var fullkomiliga umbroytt.


“Mong menniskju skulu venda aftur til hesa vón - vónin skal gerast livandi aftur”, segði Pauli Høj og deildi sína trúgv um, at vit skulu síggja Guds hús runt um í Føroya landi fylt við menniskjum, sum prísa Gudi og hava tikið ímóti hesi livandi vón.


Lurta eftir allari taluni á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Sonja I. Jacobsen

Sí fleiri greinar