Høvdu vit kent Jesus aftur, um hann vísti seg fyri okkum?
Sonja I. Jacobsen, 21.04.2019

Tá ið Jesus reis upp aftur, vísti hann seg fyri lærisveinunum í øðrum líki (Mark. 16, 9-20).

 

Altso, lærisveinarnir og hini, sum sóu hann, væntaðu, at hann hevði sæð øðrvísi út, og tí høvdu tey ilt við at trúgva, at tað veruliga var hann.

 

Sebastian Stakset deildi henda boðskapin 1. páskadag. Í dag skuldi Jesu uppreisn hátíðarhaldast við gleði og trúgv. Viðhvørt hava vit tað torført við at trúgva, og hjartað gerst hart, men vit mugu velja at halda á.

 

Á møtinum vórðu vit mint á, hvussu páskirnar fyrr vórðu hildnar fyri at minnast, at jødafólkið bleiv bjargað frá deyðseinglinum. Síðani Jesus doyði og reis upp aftur, er tað ikki bara jødafólkið, men øll fólkasløg, ið hava atgongd til hesa frelsu.

Sebastian greiddi eisini frá um Desmond Doss, ið bjargaði 75 soldátum undir 2. heimskríggi. Hoyr alla søguna í stroymingini.

Lovsangstoymið úr Soli Deo Gloria leiddi lovsangin, og Annika Høj leiddi møtið.

 

Lurta eftir taluni á stroymingini HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Lena Jacobsen

Sí fleiri greinar