Í kvøld vil Jesus seta menniskju í frælsi
Sonja I. Jacobsen, 21.04.2019

”Líkamikið hvørjum tú ert bundin av, so nýtist tær ikki at stríðast einsamallur. Um tú yvirgevur alt til Jesus, so kann hann í kvøld seta teg í frælsi. Hann er salvaður til at seta í frælsi, at grøða tey sjúku og at reinsa sinnið hjá menniskjum.” Tað segði Joel Ramsey á AWAKE XL leygarkvøldið.

Nógv fólk vóru til AWAKE XL. Salurin var fullur, og fólk sótu eisini á loftinum.

Tiltakið byrjaði við at Ari og Lena skipaðu fyri eini kapping, og síðani leiddi lovsangsbólkurin lovsangin.

Eftir tað talaði Joel Ramsey, og Tóri Højgaard tulkaði.

Joel segði, at fíggindin vil hava, at tú missir mótið. Hann segði, at kanningar vísa, at rættiliga stórur partur av ungdómi hevur kynsligt samband við onkrum, sum tey annars ikki hava nakað forhold við. Stórur partur av ungdóminum roynir narkotika, og hvønn dag taka 8 fólk í Australia sítt egna lív.

”Fíggindin vil hava teg at føla teg óverdugan til Guds kærleika, men Jesus vil hava, at tú yvirgevur alt til hansara” segði hann.

Joel Ramsey endaði við at bjóða øllum (bæði teimum, sum vóru frelst, og teimum, sum ynsktu at blíva frelst) fram fyri at staðfesta, at tey vildu hava Jesus til harra í sínum lívi. Hetta skuldu tey gera við at rópa hart ”Eg velji krossin!” Rættiliga nógv gjørdu hesa staðfestingina.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skráin sæst HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar