Um tú vilt síggja undur, so mást tú trúgva, at tað er møguligt
Sonja I. Jacobsen, 20.04.2019

”Grøðingarundur eru neyðug, sjálvt um vit hava læknar.” Tað segði Joel Ramsey, sum undirvísti á næsta seminarinum leygardagin. Hann segði, at næstan hvørja ferð, tá Bíblian sigur, at Jesus prædikaði, so stendur eisini, at hann rak út illar andar og grøddi tey sjúku.

Sjálvur segði Joel, at hann einaferð var skeptiskur viðvíkjandi grøðing.

”Eg skilti heldur ikki tað, sum fólk søgdu um gullstøv, sum tey sóu og sum kom frá himli – líka til eg upplivdi tað sjálvur,” segði hann.

Og so fortaldi hann eina søgu um, at hann bað fyri eini kvinnu, sum ikki bleiv grødd.

”Vit fortelja vanliga um allar tær ferðirnar, tá vit fáa bønarsvar, og ikki um tær ferðirnar, tá einki hendir,” segði hann og legði afturat:

”Eg helt á at biðja, og einaferð so byrjaðu ting at henda.” Tó er tað framvegis so, at hann upplivir at síggja, at fólk ikki blíva grødd.

”Men meira tú biðjur, oftari sært tú, at fólk blíva grødd. Biður tú ikki, so sært tú einki undur,” segði hann.

Áðrenn hann byrjaði at biðja fyri sjúkum ella fyri fólkum, sum vóru plágað av illum andum, bað eingin hann koma at biðja fyri hesum tingunum, men síðani hesi tingini byrjaðu at henda, hava fólk biðið hann koma at biðja fyri fólkum, sum líða undir hesum plágunum.

”Tað er ikki eg, sum geri tað, men tá vit byrja at gera hetta, so broytir tað okkara umdømi, og fólk koma til okkara, og vit fara at síggja undur og tekin, og fólk verða frelst,” segði hann.

”Jesus er læknin, men hann valdi teg til at tæna. Vit mugu trúgva, at vit kunnu síggja grøðingar.”

Joel Ramsey segði, at vit mugu sláa fast í okkara hjarta, at tað er Guds vilji at grøða.

”Tað stendur ongantíð í Bíbliuni, at Jesus segði við tann, sum hann bað fyri, at tað var ikki tann rætta løtan at grøða. Tað var ikki trúgvin hjá teimum, sum biðið varð fyri, sum var avgerandi, men hansara trúgv.”

Hann segði eisini, at hóast Gud kann venda alt til tað góða, og hóast hann brúkar tær royndirnar, sum vit fara ígjøgnum, til nakað gott, so mugu vit ikki trúgva teirri lygnini, at Gud letur okkum vera sjúk, fyri at læra okkum okkurt.

”Tað var umráðandi fyri Jesus, at undur hendu. Tí er tað eisini umráðandi fyri okkum,” segði Joel Ramsey.

 

Myndir síggjast HER

Sí fleiri greinar