Hjørdis Háberg Petersen: Jesus kom ikki fyri at geva okkum religión
Sonja I. Jacobsen, 14.04.2019

”Jesus kom ikki fyri at geva okkum religión, men relatión.” Tað segði Hjørdis Háberg Petersen, sum á møtinum í Kelduni sunnumorgunin tann 7. apríl talaði um at hava ”relatión” (samfelag) við Gud.   

 

Hjørdis segði, at tað eru vit og Gud, sum saman skulu byggja Guds ríki. Tað reisir spurningin, hvat er mín partur, og hvønn part eigur Gud?

 

”Onkuntíð halda vit, at Gud skal gera alt, og at vit skulu bara fylgja við, og onkuntíð halda vit, at vit skulu gera alt, og at hann skal bara ”stempla tað”. Men tað eru vit og Gud saman,” segði hon.

 

Hevur áhuga í tær

Hjørdis segði, at Jesus er ikki bara alt valdandi, og tann, sum hevur skapt himmal og jørð. Hann er eisini persónligur, og hann hevur áhuga í tær persónliga.

 

”Religiónir siga: ”Skikka tær væl, so gongur tað nokk”, men Jesus kom ikki fyri at geva okkum religión. Hann kom fyri at geva okkum relatión (samfelag við hann),” segði hon.

 

Hon minti á, at vit mugu ikki gloyma eisini at relatera til onnur menniskju.

 

Ein prosess

Hjørdis tosaði síðani um enska orðið ”Become” (at ”gerast” ella ”blíva” nakað). 

 

”Vit skulu blíva meira og meira sum Jesus, og tað blíva við bara við at vera saman við honum (sum greinarnar á víntrænum). Vit kunnu ikki framleiða fruktina, sum hann vil hava okkum at framleiða, uttan at vit eru fest í hann,” segði hon.

 

”Become” er ein prosess – frá eini støðu til eina aðra.

 

Matt. 3,8: Berið tí ávøkst, ið svarar til umvending!

 

”Tá tú gevur títt lív til Jesus, tá broytist títt hjarta fyrst, og síðani broytast onnur ting,” segði Hjørdis.

 

Hon segði, at vit døma um fólk, men Bíblian er ein spegil inní okkara egna lív – ikki eitt vindeyga inní lívið hjá øðrum.

 

”Tá Jesus hevur tikið bústað í okkum, og vit røkja tað forholdið, so skal hann syrgja fyri ávøkstrinum. Vit skulu ikki missa mótið,” segði hon.

 

”Hann, sum byrjaði gott verk í okkum, hann skal fullføra tað”.

 

Ikki vit, men hann

”Tað eru ikki vit, sum skulu umbroyta okkum. Tað er hann, sum skal gera tað. Bið hann vísa tær vegin frameftir,” segði Hjørdis. Hon vísti á Pætur sum eitt gott dømi um ein, sum var á eini ferð ímóti at blíva umbroyttur meira og meira.

 

Í Matt. 16 sigur hann: ”Tú ert Kristus”, og Jesus segði, at hann vildi byggja samkomuna á hann. Men nøkur vers seinni fór hann at havast at Jesusi, sum segði, hvat fór at henda sær: ”Aldri skal hetta henda tær.”

 

”Onkuntíð gloyma vit tað, sum Jesus sigur,” segði Hjørdis. Hon segði, at Pætur var so glaður fyri tað, sum Jesus segði um hann, at hann helt, at hann skuldi taka sær av komandi avbjóðingini ístaðin fyri at lurta eftir honum. 

 

Og Pætur lovaði ikki at svíkja, og so gjørdi hann tað kortini.

 

”Kanska hevur tú tað soleiðis, at tú følir, at tú byrjaði so væl, men so gekk tað ikki so væl,” segði Hjørdis. 

 

Pætur var í eini ræðuligari støðu. Tað seinasta hann gjørdi, áðrenn Jesus doyði á krossinum, var at banna uppá, at hann kendi hann ikki, og hann gav upp. Hann fór út á fiska, men har á strondini stóð Jesus og segði: ”Børn míni, hava tit nakað at eta?” Og so bjóðaði hann teimum eina máltíð. 

 

”Har var eingin fordøming. Hann segði ”elskar tú meg?” - Hann segði ikki ”Eg visti tað altíð, at tú fórt ikki at klára hatta har,” segði Hjørdis og vísti á Ápostlasøguna 2, sum vísir, hvussu nógv Pætur vaks.

 

”Pætur var dumpaður, men Jesus hevði ikki gloymt, hvat hann hevði lagt niðurí hann. Um tú følir teg dumpaðan, far so aftur til Jesus,” segði hon.

 

Religiónin sigur: Skikka tær pent!

 

Relatiónin sigur: Vit hoyra saman!

 

Ungdómslovsangskórið sang

Møtið byrjaði við at ungdómslovsangskórið sang tveir sangir, áðrenn tað ”vanliga” kórið tók yvir. Tað var stuttligt at síggja og hoyra teirra væl framførda sang, og hvussu væl tey ”livdu seg inní” sangin.

 

Pauli leiddi møtið.

 

Møtið sæst á Keldan Netvarp HER

 

Myndir síggjast HER

 

Skrivað hevur Helgi Abrahamsen

Sí fleiri greinar