Okkara orð hava vald, vit kunna signa ella køva, geva lív ella deyða. Líka sum eitt lítið róður á einum stórum skipi stýrir, hvønn veg skipið skal fara, soleiðis kunnu orðini, vit siga, ávirka bæði okkum sjálv og tey, sum vit umgangast. (Ják. 3)
Vit fara nú inn í páskahátíðina, sum er ein av teimum stóru, Bíblian tosar um. Páskini tosa um Jesus, sum er okkara livandi vón. At Hann doyði og gav sítt lív fyri okkara syndir, gav okkum møguleika at uppliva frelsu, grøðing og útfrían.
Tó eru tað ikki øll menniskju, sum hava tikið ímóti ella skilt, hvat hendan livandi vónin er. Fyri nøkur er vón bara nakað, ein væntar fer at henda. Tá ein fótbóltsdystur skal verða, vónar tú, at liðið, sum tú heldur við, fer at vinna. Men tað er ikki fyrr enn seinni, tá dysturin er leiktur, at tú veitst, um vónin helt ella brast.
Tá Guds Orð tosar um vón, liggur nakað heilt annað aftanfyri. Sum t.d. tá vit tosa um himmalin, so er tað nakað, vit við sannføring kunnu vita, vit eiga, tí vit vita, at tað er nakað, sum kemur - tað er ein livandi vón!
Hebr. 11, 1: Hvat er trúgv? Trúgv á Gud er full sannføring um, at tað, vit vóna, verður verðuleiki. í trúnni vita vit, at tað, sum vit ikki síggja, er veruligt. (N.S.)
Tí er so umráðandi, at vit tosa um hesa livandi vón, sum gevur lív. Í trúgv kunnu vit líta á, at tað, sum Guds Orð sigur um trúgv og vón, heldur heilt inní ævinleikan, inní tað himmalska. Vit kunnu longu nú fáa lut í tí himmalska í Kristi ígjøgnum tað livandi samfelagið við Hann.
Hebr. 6, 19: Í teirri vón hava vit eins og trygt og fast akker sálarinnar, sum fer inn, inn um forhangið, 20a: Hagar Jesus sum fyrirennari okkara fór inn
Her verður eitt akker brúkt fyri at lýsa, hvat vón okkara er. Tey stóru skipini brúka eisini akkerið fyri at verða trygg. Tað verður slept niður í dýpið, so sjálvt um tað er ringt veður, kann tað verða trygt. Títt og mítt akker er fest í himli, har Jesus fór inn, og tá Hann heldur í hesum akkeri, eru vit trygg. Hendan vónin er nógv djúpri, enn tá tú vónar ella gitir, hvør fer at vinna fótbóltdystin. Her vita øll, sum hava sett sítt álit á Jesus, at akkerið heldur; ein sannføring um, at vit hava vunnið, og at ein dag skulu vit eisini møta Honum har heima.
So mín uppmuntran til tín er, at vit tosa trúgv um hesa livandi vónina, sum gevur menniskjum lív, frið og gleði.
Við ynskjum um einar gleðiligar páskir.
Pauli Høj